Á Orku- og Umhvørvisstevnuni 2021, vóru ymiskar loysnir, til effektiva orkuvinarliga nýbygging, eins og umvæling, vístar fram. Ein máti at bjálva, bæði tá talan er um nýbygging eins og við umvælingum ella eftirbjálving, er pappírs- og/ella træfipurull. Vit fingu eitt prát við Jens Paula Dahl, sum kann hoyrast og síggjast niðanfyri:
Víðka um royndirnar við sjóvarfallsorkuverkunum í Vestmannasundinum
Svenska fyritøkan Minesto, ið vit kenna frá royndunum við sjóvarfallsdrekunum í Vestmannasundi, heldur áfram við at royna teirra sokallaðu drekar, “Dragon” á enskum, í Vestmannasundinum. Nú er tað enn ein 100kW “Dragon 4” í skal sjósetast, ið er ógvuliga eins og drekin, ið bleiv settur út fyrr í ár, tó so við nøkrum betringum, sum […]
Grønt kommunuval: “Veðurlagslóg nú” kannar orku- og umhvørvisætlanirnar hjá valevnum
Veðurlagslóg nú: Hvørjar ætlanir hava kommunuvalevni um orku og umhvørvi í síni kommunu? Tað hoyra vit ov lítið um, men nú kemur evnið á breddan. Veðurlagslóg nú fer nevniliga undir eitt átak, ið skal svara hesum spurninginum vegna veljarar. Komandi dagarnar fer Veðurlagslóg nú at kontakta øll valevnini, ið stilla upp til kommunuvalið, fyri at […]
Prísáseting fyri elbila-løðing
Frá 5. Oktobur í ár, verður tað ikki longur ókeypis, at løða á almennum løðistøðum hjá SEV. Aftaná fleiri ár av royndartíð, og ymiskum uppskotum um, hvussu elbilaeigarar skulu gjalda fyri løðing, eru prísirnir nú kunngjørdir. Afturat hesum, er SEV eisini komið við einum leigugjaldi til heimaløðistøðir, sum eftir ætlan kemur í gildið 1. januar […]
Sjóvarfallsdrekin hjá Minesto komin til Vestmanna
Svenska fyritøkan Minesto, setir saman við SEV eitt nýtt slag av sjóvarfallsorkuverki upp í Vestmannasundi. Hetta er ein royndarverkætlan, ið skal halda fram í tvey ár. Virksemi hevur verið eina tíð á Oyrargjógv, har íbindingin í elnetið hjá SEV er lagt. Tann fyrri av tveimum “drekum” er nú komin til Føroyar, har hann var settur […]
Framtíðin hjá diesel
Í hesum døgum, eru fleiri, ið eru áhugaði í at fylgja við, hvussu tað gongur hjá elbilum. Men um tað gongur framá hjá elbilum, so gongur tað helst hinvegin hjá øðrum. Her hjá okkum letur til at tað er diesel, ið stendur fyri skotum fyrst, og undirritaði fer her at royna at greina gongdina, og […]
Viðvíkjandi “Planet of the Humans” heimildarfilmin
Fyri stuttum, kom heimildarfilmurin Planet of the Humans ókeypis út á YouTube, ið er skrivaður, kliptur og framleiddur, av leikstjóranum Jeff Gibbs, og stuðlaður av kenda heimildarfilmsleikstjóranum Michael Moore. Tað kann viðmerkjast, at hesir báðir kennast væl. Filmurin hevur fingið ógvuligar nógvar hyggjarar, og fingið nógva umrøðu, av tí at hann heldur óvantað, setur eina […]
Taraaling í Føroyum
Føroyar hava ræði á stórum sjóøkið. Tað ber neyvan til at planta stórar skógar á okkara veðurbardu oyggjum, men hevði tað verið møguligt at havt skógir undir vatnskorpuni? Hvørji tara sløg kundu vera áhugaverd, og hvat kunnu tey brúkast til? Ocean Rainforest bleiv stovna fyri at finna eina svar uppá akkurat hesar spurningar. Felagið arbeiðir […]
Avgjald á plastposar fíggjar íløgur í umhvørvið í Norðurírlandi
Í 2013 var tað politiskt viðtikið, at eitt eykaavgjald á uml. 50 oyru, skuldi leggjast á hvønn beriposa úr plasti, sum skuldi seljast í landsins handlum. Bara í 2019 hevur átakið hjá norðurírisku stjørnini, samlað 2,2 milliónir sterlingspund (uml. 19,5 milliónir krónir), sum nú vera játtaðar til verkætlanir innan umhvørvi og nátturuvernd. Síðan 2013 er […]
Vert at vita: Bygningskunngerðin BK-17
Bygningskunngerðin BK-17 setur ikki bara orkukarmar fyri nýggjar bygningar, men eisini við umvælingar og útbyggingar. Ragnar Mouritsen vísur á nøkur ting, ið eru hent at vita um BK-17 í innsløgunum niðanfyri.