Vatnorka er væl kend í Føroyum. Fyrsta orkuverki í Føroyum, ið framleiddi streym til húsarhald og aðrar brúkarar, var vatnorkuverkið í Botni. At framleiða streym úr vatnorku hevur fleiri fyrimunir: framleiðslan er støðug, turbinurnar dálka ikki og larma lítið, og ikki minnst hava vit í Føroyum stórar mongdir av vatni tøkt. Tó er tað eitt, ið má takast atlit til: stór vatnorkuverk, sum tað í eitt nú Vestmanna, skulu hava vatngoymslur fyri at kunna framleiða streym. Hesar vatngoymslur eru byrgingar, ið fara við heilt nógvum plássi, ávirka náttúrumargfeldið og síggjast væl í landslagnum. Av somu orsøk eru mynduleikarnir í Føroyum rættuliga afturhaldandi, tá tosa verður um nýggj vatnorkuverk. Her er viljin meira, at tær verandi vatnorkubyrgingarnar skulu útbyggjast. Men tað letur seg gera at gagnýta vatnorku, uttan stór inntrív í nátturuna. Vit eru farin til Vatnsoyrar at práta við Ólavur Poulsen, um smáu vatnturbinurnar frá IREM, ið hann umboðar. Hesar kunnu veita streym til húsarhald, ella smá virkir, heilt uttan at seta byrgingar upp. Framleiðslan er støðug, og meðan keyp og uppsetan eru dýrari enn aðrar verandi orkuloysnir, er lívitíðini long. Uppsetanin skal vera løgd væl til rættis, men tá turbinan koyrir, veitir hon støðugan streym í nógv ár. Síggj og hoyr um uppsetan og um krøv og avbjóðingar, í samband við íbindingin í elnetið, í innslagnum niðanfyri.
Líknandi greinar
Elbilar í Føroyum, nú og nærmasta framtíð.
Hvussu er gongdin? Tað eru ikki syndarliga nógvir elbilar í Føroyum enn(152 persónbilar), tó at teir nú eru 3.6% av øllum nýggjum bilum, ið verða skrásettir. So kann ávirkanin av hesum tølum møguliga longu síggjast aftur í samlaðu bilasøluni. Eg fari at samanbera føroysku tølini við tøl úr Noreg, umframt at spáa um møguliga framtíðina. […]
Facebook viðmerkingar
Sjóvarfallsdrekin hjá Minesto komin til Vestmanna
Svenska fyritøkan Minesto, setir saman við SEV eitt nýtt slag av sjóvarfallsorkuverki upp í Vestmannasundi. Hetta er ein royndarverkætlan, ið skal halda fram í tvey ár. Virksemi hevur verið eina tíð á Oyrargjógv, har íbindingin í elnetið hjá SEV er lagt. Tann fyrri av tveimum “drekum” er nú komin til Føroyar, har hann var settur […]
Facebook viðmerkingar
Effo og framtíðin á føroyska orkumarknaðinum
Tað eru væntandi broytingar á orkumarknaðinum í Føroyum. Ymiskar ætlanir fyriliggja, ið flyta orkuframleiðsluna frá olju, yvir á varandi orkukeldir, sum kunnu framleiða orkuna her á landið. Við hesum kunnu vit sum samfelag, ikki bara minka um dálkandi útlat, men eisini gera okkum leys av innfluttari orku, og hervið eisini leys av sveiggjandi oljuprísum. Men […]
Facebook viðmerkingar