Alta Motors, framleiðarin av elektrisku Redshift off-road motorsúklunum, oftani sammett við Tesla innan teirra økið, hevur framvíst teirra nýggjastu motorsúklu Redshift MXR. MXR hevur fleiri hestar og meira sveigmátt (enskt: torque) enn undanfarna MX modellin, og samstundis er vektin eisini minka nakað. Súklan kostar nærum $1.500,- meira enn MX modellið, ið enn fæst til keyps. MX er samstundis er lækka við 16% til ein søluprís á $10.495, meðan MXR fæst til $11.995.
So frætt sum undirritaði veit um, so fáast motorsúklur frá Alta Motors ikki enn í Føroyum, men fyritøkan er opin fyri, at áhugaðið sølofólk, kunnu seta seg í samband við fyritøkuna.
Meira kunning um motorsúkluna, fæst við at vitja hesa leinkjuna: https://www.altamotors.co/redshiftmxr





Facebook viðmerkingar