Her fyri, var Robert Llewellyn, frá sendingini Fully Charged, á YouTube, við ferjuni ið siglur millum Helsingfors í Svøríki, og Helsingborg í Danmark.
Tað serliga við hesum túrinum, er at ferjan er 100% eldrivin. Tað er ein umbygd ferja, ið hevur verið diesel-runnin áður. Nú KANN ferjan antin sigla við ravmegi, sum hybrid ella diesel sum áður. Tó siglur ferjan eina mest við ravmagni (streymi), við undantaki tá ið eftirlit er, har ið hon slær yvir í hybrid.
Túrurin er eini 4 kilometrar, so tað er ikki tí at tað krevur tað stóra av battaríum, og tí er metingin eisini, at íløgan er afturgoldin um uml. 8 ár, eftir núverandi oljuprísum at døma.


Hvat halda tit? Gevi tykkara meining til kennar niðanfyri.
Facebook viðmerkingar