Fyri stuttum, kom heimildarfilmurin Planet of the Humans ókeypis út á YouTube, ið er skrivaður, kliptur og framleiddur, av leikstjóranum Jeff Gibbs, og stuðlaður av kenda heimildarfilmsleikstjóranum Michael Moore. Tað kann viðmerkjast, at hesir báðir kennast væl. Filmurin hevur fingið ógvuligar nógvar hyggjarar, og fingið nógva umrøðu, av tí at hann heldur óvantað, setur eina […]
Author: Martin Andreas Kruse
Avgjald á plastposar fíggjar íløgur í umhvørvið í Norðurírlandi
Í 2013 var tað politiskt viðtikið, at eitt eykaavgjald á uml. 50 oyru, skuldi leggjast á hvønn beriposa úr plasti, sum skuldi seljast í landsins handlum. Bara í 2019 hevur átakið hjá norðurírisku stjørnini, samlað 2,2 milliónir sterlingspund (uml. 19,5 milliónir krónir), sum nú vera játtaðar til verkætlanir innan umhvørvi og nátturuvernd. Síðan 2013 er […]
Facebook viðmerkingar
Broyting! Orkustevnan 2020
Kunningarskriv 31. januar og 1. februar í ár, verður Orkustevna í Høllini á Hálsi. Tiltakið er útsett, og verður 12.-13. juni 2020. Tað er ókeypis atgongd fyri almenninginum! Í ár verður tiltakið enn størri enn áður, nú høllin er vorðin dupult so stór, í mun til hinar 5 undanfarnu orkustevnurnar ið hava verið. Endamálið við […]
Facebook viðmerkingar
Nýhugsan er bjóða við sum kjakumboð til “Snilda framtíðin – Smart Cities in the Arctic”
Umboð vegna Nýhugsan.fo, er bjóða við til kjakpallin á ráðstevnuni “Snilda framtíðin – Smart Cities in the Arctic”, ið verður í Sjóvinnuhúsinum 6. og 7. November í ár. Ráðstevnan leggur dent á trý øki, sum skapa trýst á kommunur í Føroyum og vælferðarsamfelagið sum heild, men hesar avbjóðingar kunnu mennast við snildari loysnum. Hesi eru: […]
Facebook viðmerkingar
Keypmannahavn væl á veg í orkuskiftinum
Keypmannahavn er væl ávegis, at gerast tann fyrsti koltvísúrevnis-javnstøguði (CO2-neutrali) býurin í heiminum. Grøna verkætlanin fór í gongd í 2009, og við hjálp frá umfatandi átøkum, hevur býurin longu nú, megna at minka um koltvísúrevnis-útlatið við 42%, í mun til 2005. Eitt stórt framstig, tí at lækka útláti av koltvísúrevni, hóast búskaparliga virksemið og íbúgvaratølini […]
Facebook viðmerkingar
Íbinding av privatum orkuverkum – hví ikki brúka streym á staðnum?
Í 2017 kom SEV við fráboðan um, at privat húsarhald skuldu kunna selja streym inn á elnetið hjá SEV. Karmar vóru gjørdir til hetta endamálið, so at eigarar av smáum vindmyllum, vatnorkuverkum ella sólkyknuverkum undir 11 kW av framleiðslumátti, kundu íbinda teirra elorkuverk í elnetið. Tá prísirnir vóru lýstir eitt ár seinni, var sagt, at […]
Facebook viðmerkingar
Spurningar til valevnir: Jákup Hans Heinesen úr Framtakið – fyri rættinum at velja kannabis
Nú koyrir valstríðið í hægsta kervi, og vit sleppa heldur ikki undan tí! Vit hava spurgt allar flokkar, sum stilla upp til komandi løgtingsval, um eitt av teirra valevnum hevði tíma at svara nøkrum spurningum. Fimm valevni fyri fimm flokkar svaraðu aftur, og tey vóru úr Framsókn, Framtakið, Javnaðarflokkurin, Sambandsflokkurin og Tjóðveldi. Okkara spurningar fevna […]
Facebook viðmerkingar
Spurningar til valevnir: Birita Arge úr Framsókn
Nú koyrir valstríðið í hægsta kervi, og vit sleppa heldur ikki undan tí! Vit hava spurgt allar flokkar, sum stilla upp til komandi løgtingsval, um eitt av teirra valevnum hevði tíma at svara nøkrum spurningum. Fimm valevni fyri fimm flokkar svaraðu aftur, og tey vóru úr Framsókn, Framtakið, Javnaðarflokkurin, Sambandsflokkurin og Tjóðveldi. Okkara spurningar fevna […]
Facebook viðmerkingar
Spurningar til valevnir: Bjørt Samuelsen úr Tjóðveldi
Nú koyrir valstríðið í hægsta kervi, og vit sleppa heldur ikki undan tí! Vit hava spurgt allar flokkar, sum stilla upp til komandi løgtingsval, um eitt av teirra valevnum hevði tíma at svara nøkrum spurningum. Fimm valevni fyri fimm flokkar svaraðu aftur, og tey vóru úr Framsókn, Framtakið, Javnaðarflokkurin, Sambandsflokkurin og Tjóðveldi. Okkara spurningar fevna […]
Facebook viðmerkingar
Talgilt spurnarblað til løgtingsval 2019
Ringrás, FNU og Føroya Fuglafrøðifelag hava gjørt eitt talgilt spurnarblað, har tit kunnu síggja hvørji valevni eru mest lík tínum sjónarmiðjum, tá tað kemur til orku, umhvørvið og nátturuvernd. Fylg leinkjuni niðanfyri, fyri at koma til spurnarblaðið. https://skil.fo/val2019/umhvorvid/#startPage Facebook viðmerkingar
Facebook viðmerkingar