Umhvørvi

Avgjald á plastposar fíggjar íløgur í umhvørvið í Norðurírlandi

Í 2013 var tað politiskt viðtikið, at eitt eykaavgjald á uml. 50 oyru, skuldi leggjast á hvønn beriposa úr plasti, sum skuldi seljast í landsins handlum. Bara í 2019 hevur átakið hjá norðurírisku stjørnini, samlað 2,2 milliónir sterlingspund (uml. 19,5 milliónir krónir), sum nú vera játtaðar til verkætlanir innan umhvørvi og nátturuvernd. Síðan 2013 er sølan av beriposum úr plasti minkað við uml. 66%, meðan tilsamans nærum 167 milliónir krónir kundu útvegast til ymiskar verkætlanir og átøk. Avgjaldið hevur tískil hjálpt til, at bæði minka um plastburturkastið, men eisini hjálpt felagsskapum og øðrum at fremja íløgur innan ymiskar umhvørvisverkætlanir. Sambært Edwin Poots, umhvørvismálaraðharra, vísa hesi avgjøld, hvussu slíkar einfaldar loysnir og viðtøkur, kunnu gera stóran mun á umhvørvi í Norðurírland.

Kelda: BBC Norðurírland

Facebook viðmerkingar