Eftir sum at mítt arbeiði og familjulív hevur fylt nógv í seinastuni, hevur tað ikki verið tað nógva av tíðindum á Nýhugsan. Undirritaði vil framyvir royna, at leggja nýtt tilfar út, minst einaferð um vikuna, um tað verður mett at vera nokk av nýggjum tilfari at deila, sjálvsagt. Tað eru serliga bilmessurnar ið lata nógv […]
Akfør
Waymo vísir hvat teirra sjálvkoyrandi bilar síggja
Waymo, eitt av dótturfeløgunum hjá Google, ið arbeiðir við sjálvkoyrandi tøkni, og ið hevur ætlanir um at opna fyri sjálvkoyrandi taxa tænastu seinni í ár, hevur lagt eitt filmbrot út á Youtube, har tøknin í royndarbilunum, verður víst og brúkt, fyri at koyra frá A til B, uttan at nakar persónur stýrir bilin. Trygdin er […]
Facebook viðmerkingar
Alta motors úti við nýggjari Redshift MXR
Alta Motors, framleiðarin av elektrisku Redshift off-road motorsúklunum, oftani sammett við Tesla innan teirra økið, hevur framvíst teirra nýggjastu motorsúklu Redshift MXR. MXR hevur fleiri hestar og meira sveigmátt (enskt: torque) enn undanfarna MX modellin, og samstundis er vektin eisini minka nakað. Súklan kostar nærum $1.500,- meira enn MX modellið, ið enn fæst til keyps. MX […]
Facebook viðmerkingar
Daimler framskunda ætlaðu elbilframleiðsluna við 3 árum!
Íløgan til framleiðslu av EL-akførum, og alt forarbeiði til hesar, er mett til at vera 11 milliardir Evrur, ella áleið 81,8 milliardir krónur.
Facebook viðmerkingar
Electric GT: Ein Nýggj Bilkapping
Electric GT er nanvið á nýggjari bilkapping einans fyri elbilar. Fyrsta kappingin verður koyrd við umbygdum Tesla Model S P100DL, sum er tann sterkasti og skjótasti bilurin Tesla hevur til sølu. P stendur fyri ‘Performance’, 100 fyri 100 kWt battarípakki, ‘D’ er stytting fyri ‘dual motors’ og ‘L’ stendur fyri ‘Ludicrous’ ið er eginleikin at koyra […]
Facebook viðmerkingar
Volvo el-bilur kemur í 2019
Volvo hevur áður almannakunngjørt, at fyritøkan kemur við einum verðuligum el-bili í 2019. Volvo hevur eisini áður nevnt at ein nýggjur platformur til battarí el-drivnar bilar vildi koma í 2019, men nú hevur fyritøkan so avdúka, at teirra fyrsti bilur kemur tá, og at platformurin loyvir upp í 100kWt av battarí úrdráttarmátti (kapacitet). Hetta merkir at […]
Facebook viðmerkingar
Fjaldur SUV frá Hyundai
Hyundai hevur ikki meira enn akkurát byrja søluna av IONIQ Electric (og tveir aðrir hybrid variantar), við 28kWt battarípakka, og nú er ein design-fjaldur SUV sæddur í Seongnam-si í Suður Korea. Hyundai vil ikki úttala seg um júst hendan bilin, men vil hinvegin ikki goyma at tey arbeiða uppá ein SUV við 64 kWt battarípakka. […]
Facebook viðmerkingar
NAIAS: ID Buzz – eitt feitt nýbakað rugbreyð!
Dagarnar 8.-22. januar er North American International Automotive Show, stytt NAIAS, í Detroit, Michigan, USA. VW hevur víst fram teirra hugtaksbil (el. konsept) I.D. Buzz. Bilurin er bygdur um MEB-platformin, ið er eitt týskt stavorð fyri Modularer Elektrobaukasten, altso ein el-bilplatformur ið kann evnast alt eftir tørvi. I.D. Buzz er bygdur um MEB-XL variantin, ið er tann størsta uppsetanin […]
Facebook viðmerkingar
CES: Faraday Future vísir fram teirra fyrsta produktiónsbil
Hesar dagarnar er CES í Las Vegas. CES er ein stytting fyri “Consumer Electronics Show”, og hevur tey seinastu fáu árini eisini víst fram biltøkni sum nakað nýtt. Eftir nrættuliga langa bíðitíð, hevur Faraday Future nú víst fram teirra fyrsta bil, nevniliga FF 91. Ikki kann sigast annað enn at hetta er ein slóðbrótandi bilur, […]
Facebook viðmerkingar
Ford: 7 nýggir el-bilar næstu 5 árini
Ford hevði 3. januar eina framløgu í Flat Rock, Michigan, har ið tey løgdu fram ætlanir sínar fyri el-bilar næstu 5 árini, og tíanverri var tað einans ein av teimum ið er 100% el-drivin, meðan hinir 6 bilarnir eru hybrid og “plug-in” hybrid variantar; tveir politibilar við hybrid tøkni, ein F-150 Hybrid og ein Mustang Hybrid til […]









Facebook viðmerkingar