Veðurlagslóg nú: Hvørjar ætlanir hava kommunuvalevni um orku og umhvørvi í síni kommunu? Tað hoyra vit ov lítið um, men nú kemur evnið á breddan. Veðurlagslóg nú fer nevniliga undir eitt átak, ið skal svara hesum spurninginum vegna veljarar. Komandi dagarnar fer Veðurlagslóg nú at kontakta øll valevnini, ið stilla upp til kommunuvalið, fyri at […]
Orkuframleiðsla
Sjóvarfallsdrekin hjá Minesto komin til Vestmanna
Svenska fyritøkan Minesto, setir saman við SEV eitt nýtt slag av sjóvarfallsorkuverki upp í Vestmannasundi. Hetta er ein royndarverkætlan, ið skal halda fram í tvey ár. Virksemi hevur verið eina tíð á Oyrargjógv, har íbindingin í elnetið hjá SEV er lagt. Tann fyrri av tveimum “drekum” er nú komin til Føroyar, har hann var settur […]
Facebook viðmerkingar
Viðvíkjandi “Planet of the Humans” heimildarfilmin
Fyri stuttum, kom heimildarfilmurin Planet of the Humans ókeypis út á YouTube, ið er skrivaður, kliptur og framleiddur, av leikstjóranum Jeff Gibbs, og stuðlaður av kenda heimildarfilmsleikstjóranum Michael Moore. Tað kann viðmerkjast, at hesir báðir kennast væl. Filmurin hevur fingið ógvuligar nógvar hyggjarar, og fingið nógva umrøðu, av tí at hann heldur óvantað, setur eina […]
Facebook viðmerkingar
Broyting! Orkustevnan 2020
Kunningarskriv 31. januar og 1. februar í ár, verður Orkustevna í Høllini á Hálsi. Tiltakið er útsett, og verður 12.-13. juni 2020. Tað er ókeypis atgongd fyri almenninginum! Í ár verður tiltakið enn størri enn áður, nú høllin er vorðin dupult so stór, í mun til hinar 5 undanfarnu orkustevnurnar ið hava verið. Endamálið við […]
Facebook viðmerkingar
Effo og framtíðin á føroyska orkumarknaðinum
Tað eru væntandi broytingar á orkumarknaðinum í Føroyum. Ymiskar ætlanir fyriliggja, ið flyta orkuframleiðsluna frá olju, yvir á varandi orkukeldir, sum kunnu framleiða orkuna her á landið. Við hesum kunnu vit sum samfelag, ikki bara minka um dálkandi útlat, men eisini gera okkum leys av innfluttari orku, og hervið eisini leys av sveiggjandi oljuprísum. Men […]
Facebook viðmerkingar
Íbinding av privatum orkuverkum – hví ikki brúka streym á staðnum?
Í 2017 kom SEV við fráboðan um, at privat húsarhald skuldu kunna selja streym inn á elnetið hjá SEV. Karmar vóru gjørdir til hetta endamálið, so at eigarar av smáum vindmyllum, vatnorkuverkum ella sólkyknuverkum undir 11 kW av framleiðslumátti, kundu íbinda teirra elorkuverk í elnetið. Tá prísirnir vóru lýstir eitt ár seinni, var sagt, at […]
Facebook viðmerkingar
Vatnorka til húsarhald og virkir
Vatnorka er væl kend í Føroyum. Fyrsta orkuverki í Føroyum, ið framleiddi streym til húsarhald og aðrar brúkarar, var vatnorkuverkið í Botni. At framleiða streym úr vatnorku hevur fleiri fyrimunir: framleiðslan er støðug, turbinurnar dálka ikki og larma lítið, og ikki minnst hava vit í Føroyum stórar mongdir av vatni tøkt. Tó er tað eitt, […]
Facebook viðmerkingar
Sólorka í privatum húsarhaldum
SEV og landsmynduleikarnar, hava nú í fleiri ár, arbeitt við at fáa Føroyar skift yvir til varandi orkukeldir. Ætlanin er at hava alla streymframleiðslu, og ein góðan part av upphitingini, flutt yvir til grønar loysnir í 2030. Men nógvar aktørar og áhugamál eru komin inn í okkara orkuskiftið, og viðhvørt følist tað næstan, sum framgongdin […]
Facebook viðmerkingar
Skal tú skifta tekjuna? Kanska skal tað vera sóltekja?
Í dag kundi Elon Musk, stjórin í Tesla, kunngera, at komandi sóltekjurnar frá áðurnevndu fyritøku, nú kunnu bíleggjast, við útflýggjanardegi í USA í Juni, og útum USA eftir ársskiftið. Sóltekjan frá Tesla, atskilur seg frá øðrum tekjum, við at sólsavnarin sjálvur, er innbygdur í takflísarnar, so sjálvt tekjan framstendur eins og ein hvør onnur tekja […]
Facebook viðmerkingar
SEV og varandi visjónin
Grønu Føroyar Ja tittulin spælir við orðingina, men hetta er við vilja. Nýhugsan hevur spurgt seg fyri hjá SEV um nýggju kunngjørdu verkætlanini, um einar Føroyar ið eru sjálvbjargnar hvat viðvíkir orkuframleiðslu á landi. Seinastu árini er tað komi fyri seg at alt landið, á einstøkum døgum, hevur framleitt 100% varandi orku. Tvs. at Sundsverkið […]
Facebook viðmerkingar