Bilar CES Faraday Future

CES: Faraday Future vísir fram teirra fyrsta produktiónsbil

Hesar dagarnar er CES í Las Vegas. CES er ein stytting fyri “Consumer Electronics Show”, og hevur tey seinastu fáu árini eisini víst fram biltøkni sum nakað nýtt. Eftir nrættuliga langa bíðitíð, hevur Faraday Future nú víst fram teirra fyrsta bil, nevniliga FF 91. Ikki kann sigast annað enn at hetta er ein slóðbrótandi bilur, men tað kann hinvegin eisini sigast um flest øll konsept ið aðrir bilframleiðarir vísa fram til hesar bilstevnur.

Fyri Faraday Future er tað nú, um nakrantíð, sera umráaðandi at vísa at fyritøkan hevur okkurt at bjóða, sum aðrar fyritøkur ikki kunnu, og eg havi ótrúliga ringt við at síggja hvat tað skuldi vera. Tað ið Faraday Future hevði at vísa fram í gjár var ein 5,3 metrar langan bil við einum snorkli fremst, nógv prát um at vera slóðbrótandi uttan at vísa á við hvørjum FF 91 er serliga slóðbrótandi, og tí fellur alt tað innleiðandi prátið um at bróta ta siðbundnu bilframleiðsluna upp (vera annarleiðis, hugsa annarleiðis, gera annarleiðis) líkasum til jørðina. Hvør skal keypa hendan bilin? Eru vit ikki á veg ímóti smærri bilum? Deilibilar? Sjálvkoyrandi deilibilar? Hvør skal brúka ein monsturbil við pláss til 4 fólk? Har er sikkurt onkur, men marknaðurin er neyvan so stórur at hann kann bera Faraday Future einsamallan upp á svørt sølutøl.

Upp á nógvar mátar var hendan framløgan “make or break” fyri Faraday Future, og uttan at vita alt for nógv um búskapin hjá fyritøkuni, so sigst at høvuðs pengaíleggjarin, Jia Yueting, er sera sperdur fíggjarliga, tá hann hevur lagt seg út í alt óv nógvar byrjunarfyritøkur uppá stutta tíð. Vit fáa at síggja hvat blívur av Faraday Future og FF 91.

 

Facebook viðmerkingar