So ber til at siga, at ordilig ferð er komin á umskiftið til elbilar frá bilum ið koyra við lívrunnum evnum. Daimler fyritøkan, ið millum annað framleiðir Mercedes, Smart og Maybach, kundi nemliga í gjár, við eitt nú Angela Merkel, kunngerða at Daimler framskundar umskifti til elbilar. Við einum nýggjum battaríframleiðslubygningi, ið ikki sørt minnir um Tesla Gigafactory, ið býnum Kamenz í Týsklandi, og við einari íløgu uppá góðar 500 milliónir Evrur til hendan, vil bilframleiðarin tryggja sær nokk battarí til at metta tørvin til 10 nýggjar el-bilar innan 2022. Hetta málið var 2025, men er nú, sum áður nevnt, framskundað við 3 árum. Íløgan til framleiðsluna, og alt forarbeiði til hesar, er mett til at vera 11 milliardir Evrur, ella áleið 81,8 milliardir krónur.
Við hesum sendir Daimler eini greið boð um, at elakfør nú verðuligani vera tikin í álvara av samtakinum.
Facebook viðmerkingar