Tað eru væntandi broytingar á orkumarknaðinum í Føroyum. Ymiskar ætlanir fyriliggja, ið flyta orkuframleiðsluna frá olju, yvir á varandi orkukeldir, sum kunnu framleiða orkuna her á landið. Við hesum kunnu vit sum samfelag, ikki bara minka um dálkandi útlat, men eisini gera okkum leys av innfluttari orku, og hervið eisini leys av sveiggjandi oljuprísum. Men hvussu ávirkar hetta at tar fyritøkurnar, ið selja olju? Hvønn tídning hevur ferðslukervið, og upphiting av húsum, og hvørjar avleiðingar vænta tey av orkuskiftinum, sum er ávegis? Hvussu sær teirra framtíðar virksemi út? Vit hava práta við Janus Thomsen, stjóra á Effo, um teirra forvæntningar og framtíðar orkutilboð. Sjónbandaupptøka av samrøðuni við Janus Thomsen, er at síggja niðanfyri.

Facebook viðmerkingar