Samferðsla Umhvørvi

Elbilar í Føroyum, nú og nærmasta framtíð.

Hvussu er gongdin?

Tað eru ikki syndarliga nógvir elbilar í Føroyum enn(152 persónbilar), tó at teir nú eru 3.6% av øllum nýggjum bilum, ið verða skrásettir. So kann ávirkanin av hesum tølum møguliga longu síggjast aftur í samlaðu bilasøluni. Eg fari at samanbera føroysku tølini við tøl úr Noreg, umframt at spáa um møguliga framtíðina.

Frá 2011 til og við 2018 er talið av bensinbilum minkað við 373.053 í Noreg, meðan talið av dieselbilum er vaksið við 367.456 í sama tíðarskeiði. Tað eru vorðnir 54.527 fleiri elbilar. Hetta gevur eina øking upp á 48.930 (-373.053+367.456+54.527=48.930) nýggjar bilar á vegunum.

Í og við at bensinbilatalið fellur í stóran mun øll árini, so fari eg at samanbera elbilasøluna serliga við diesel, tí samlaða talið av bilum økist, men økingin vísur seg at minka ár eftir ár.

Her sæst at talið av dieselbilum á vegunum veksur ár um ár (blátt), men vøksturin minkar eisini ár um ár (svart), og í 2017 og frameftir koma fleiri elbilar (grønt) enn dieselbilar á veginar í Noreg. 2019 er helst fyrsta árið, har allur vøkstur í norska bilaflotanum vera elbilar. (Ein sær gongdina á talvuni niðanfyri) 

So kann ein spyrja, “Hvat hevur hetta við søluna í Føroyum at gera?”. Sølan av elbilum í Føroyum er í løtuni 3,6% av allari bilasøluni, ella 5,9% av allari øking í bilaflotanum. Hetta er mest sum akkurát sama stað, Noreg var í 2012, har sølan var 3% (Nú eru hon á 38% + hybridbilar, fyrsta hálvár 2019) og økingin var 6,2%, so kann ein kanska hugsa “Og dekan vit eru langt aftanfyri!” og tað er partvíst rætt, hóast at tað er nærri sannleikanum at siga, at Noreg er langt frammanfyri okkum, og øll onnur lond í heiminum. 

Fyrsta hálvár í 2019 var elbilasølan í Europa 2% av samlaðu bilasøluni, t.v.s vit eru frammanfyri meðalupptakið av elbilum í Europa, tó eru nøkur lond frammanfyri okkum tá bert elbilar verða roknaðir uppí, t.v.s eingin hybrid. Umframt Noreg, ið rennur undan, so eru bert Niðurlond við 6%, og  Ísland við 4.2%, frammanfyri okkum í Europa, og av londum longri úti í heiminum, so kann bara Kina leggjast afturat, verandi framman fyri okkum við 3.7%

Í 2013 var norska elbilasølan 6% av samlaðu søluni og elbilvøksturin í bilflotanum var 17,5%. 2014 vóru tølini ávíkavist 13% og 37.7%, t.v.s eftir tveimum árum frá 3% og 6,2% (í 2012), so er meira enn ein triðingur av øllum nýggjum bilum á vegunum elbilar, og hetta fer sannlíkt at henda í Føroyum eisini, hóast at sami stuðul ikki verður latin her, sum í Noreg. Komandi ár kemur tó ein rúgva av nýggjum elbilum á marknaðin, og prísurin er farin rættuliga langt niður, samanborið við 2014.

Ein kann vera ivasamur um vøksturin ferð at ganga líka skjótt her heima, “Elbilar klára ikki nóg langt upp á eina løðing!”, “Elbilar eru ov dýrir!”, “Elbilar kunna ikki ditt og datt!” o.s.fr. Fólk fara helst í langa tíð at ímynda sær støður, har tey vilja vera við, at elbilar ikki kunnu brúkast til eitthvørt. Hetta eru tankar og hugsanir ein javnan hoyrur, men elbilar kunnu í dag ALT sum vanligi borgarin hevur brúk fyri til gerandisdagin. Nissan Micra(bensin) er eitt dømi upp á ein bil, ið ikki kann nýtast 100% av tíðini men kann nøkta gerandistørvin hjá einum húski við 4-5 fólkum (tey flestu høvdu helst fingið sær ein størri bil). Ein støða har hann ikki kann brúkast, er um alt húskið skal á flogvøllin við viðførið, tí bilurin er ov lítil. Ein pickup er heldur ikki besti familjubilurin, o.s.fr.

Prísurin á elbilum er næstan komin niður á eitt støði har hann uttan stuðul kann kappast við vanligar bilar, og sjálvt við ongum stuðli er ognarkostnaðurin (Brennievni, viðlíkahald o.s.v) longu nú (yvir tíð) bíligiari. Hetta markið er mett at vera, tá battarípakka-kostnaðurin kemur niður á 100$/kWt, sum í 2012 var mettur at fara at henda í 2025, men sum síðani hevur víst seg at fara at henda longu næsta ár.

“Úrvalið av elbilum er ov lítið!” 

Frá heysti 2019 og frameftir fer úrvalið at eksplodera, og tí er tað líkamikið um ein vil hava ein lítlan ella stóran bil, tí elbilurin sum tú hevur brúk fyri verður at fáa frá januar-juli 2020. Og úrvalið fer bara at vaksa.

Eg eri sannførdur um, at um tvey ár er meira enn ein triðingur av øllum nýggjum bilum á vegunum elbilar, og vegna fall í prísum, vaksandi úrval av bilum og onnur ting, so er brotparturin kanska størri, og vit røkka ein triðing longu í 2020.

Støðan í dag

Seinastu árini, og í løtuni, sær bítið av nýggjum bilum í bilaflotanum soleiðis út. 

Hjá okkum eru tað helst dieseltølini, ið verða yvirhálað áðrenn bensintølini, sum vit sóu í Noreg. Ógvusliga lopið hjá bensini í ár er allarhelst vegna nógvu nýggju leigubilarnar, ið eru komnir til landið. Treyugt so, soleiðis sum samfelagið er í hesum døgum, so er stóri leigubilaflotin helst okkurt sum er komið fyri at vera, eins og hann hevur givið “bensin” á talvuni omanfyri eitt orduligt lop, so ferð hann helst at geva “el” eitt orduligt lop um eitt ár ella tvey tá bilarnir skullu skiftast.

Bensin/Diesel-flotin økist ár um ár, men í og við at elbilar eru farnir at gera sína innrás, so fer økingin hjá bensini/dieseli at minka ár um ár, og tá elbilar eru komnir upp á 33.4% av bilflotaøkingini so fer at ganga skjótt, vegna tess at nú ikki ber til hjá bæði bensini og dieseli at vaksa skjótari enn el. Helst fer 50% at verða rokkið árið eftir (í 2021, seinasta lagi 2022), t.v.s talið av elbilum fer at økjast skjótari enn bæði bensin og diesel. Stutt eftir, (2022-24) fer diesel- ella bensinflotin (sannlíkt fer diesel fyrst) spakuliga at minka, av tí at fólk ið keypa sær nýggjan bil, heldur vilja hava ein elbil enn slagið tey høvdu frammanundan, og fyri hvønn einasta elbil, ið kemur á vegin, so er í øllum førum ein granni, vinfólk, arbeiðisfelagi ella familjulimur, ið sigur: “Næsti bilurin hjá okkum skal vera ein elbilur”

Fer skiftið at ganga so skjótt, sum eg roknið við her? Kanska ella kanska ikki, men tað eru fleiri og fleiri punkt ið peika tann vegin. Sjálvandi kann okkurt ganga galið, t.d ein stór búðskaparkreppa, men sjálvt tá gevur tað betri meining at fáa sær ein elbil, tí at hann er bíligari í drift og samlaðum ognarskapi enn ein fossilbilur. Tó meti eg at tað er umráðandi at stuðulin(MVG-frítøka o.a.), ið er til elbilar í løtuni verur verandi nøkur ár afturat, um vit vilja hava orduliga gongd á grøna skifti á vegunum.

/Bjarki G. Dalsgarð

Hagtølini eru frá akstovan.fo, ev-volume.com og ssb.no

Facebook viðmerkingar