Vit byrjaðu árið 2019 við 99 skrásettum elbilum í Føroyum, og endaðu við 175, so talan var um eina hampuliga øking.
Skrásetingin av elbilum var á einari góðari leið í 2019, serstakliga fyrra hálvár gekk væl. Vit byrjaðu árið við nýggju skrásetingum í januar, har av sjey vóru Renault Zoe. Havast skal í huga, at Renault hevði eina væl gjøgnumførda lýsingaherferð í desember 2018. Hetta hevði við sær, at januar mánaði, var mánaðin í árinum, við næstflest skrásetingum av elbilum; bert mai kláraði seg betur við 10 skrásetingum.
Tá fyrra hálvár endaði vóru í meðal 7,8 elbilar skrásettir um mánaðin. Um hendan gongdin hevði hildið á, vóru 94 elbilar skrásettir í 2019. Men soleiðis gekk ikki. Av onkrari orsøk kom stígur kom í, og annað hálvár hevði bert fimm elbilar skrásettar, í meðal fyri hvønn mánað, og ári endaði við samanlagt 175 skrásettum persón-elbilum í landinum, ella ein øking á 76 elbilar. Í 2018 vóru 66 elbilar skrásettir (har 29 vóru Nissan Leaf).
Hví seinna hálvár gekk sum tað gjørdi, í mun til fyrra hálvár, er ilt at gáa um. Tó ber til at gita eitt sindur. Renault Zoe var, heilt fram til november tá Leaf yvirhálaði, mest vælumtøkti elbilurin, við 18 skrásetingum, hóast at eingin Zoe var skrásettur eftir juni mánað, helst tí at bíða var eftir nýggju útgávuni av bilinum, ið kemur nú í vár 2020.
Fyrsti Tesla Model 3 var skrásettur í juni, hetta kann hava haft við sær, at fleiri elbila-áhugaði, hava valt at bíða við at ogna sær ein elbil, til greiða er komin á, hvussu ein kann ogna sær ein Model 3 í Føroyum.
Ein vanligur trupulleiki tá talan hevur verið um elbilar, er at bilasølurnar ikki hava klára at fingið nóg nógvar bilar hendanvegin, hóast eftirspurningurin er til staðar. Dømi um hetta, kann vera Hyundai Kona EV, har ein kom í januar og ein í desember, Kia E-Niro har bert ein bilur var skrásettur og so tildømis BMW i3, ið ikki er so mikið sum at síggja á príslistanum hjá BMW her í landinum.
Audi e-Tron var elbilurin, ið endaði árið best, við nýggju skrásetingum frá juni og til ársskiftið. Hóast at Nissan Leaf endaði við at verða mest seldi elbilurin 2019, so føli eg meg tryggan ið at siga at Renault Zoe var best umtøkti bilurin.
Elbilar endaðu við at gerast 3,4% av øllum persónbilaskrásetingum í 2019, men 7,1% av allari øking av samlaða persónbilaflotanum í landinum. Ein kann bara hugsa sær hvussu tølini høvdu sæð út, um allir leigubilanir ið komu á vegirnar í summar, ikki høvdu verið har.
Alt í alt, so eru vit her í Føroyum, lutfalsliga á einari góðari leið, tá ið talan er um upptøku av elbilum, vit eru væl aftanfyri lond sum Norra, Ísland og Svøríki (lond ið eru tiltykin fyri at hava stuttar vegateinar, fáar brekkur og gott veður alt ári), og so eru vit eitt vet omanfyri miðalstøðuna í Europa, og restina av heiminum.
Top fimm listin í 2019 sær soleiðis út
19 Nissan Leaf
18 Renault Zoe
9 Audi e-Tron
6 Tesla Model 3
5 VW E-Golf
Hvussu 2020 ferð at hilnast, kann ein bert gita seg til, tó ferð tað allarhelst at ganga betri enn 2019, serliga tá ein hugsar um allar teir nýggju bilarnir í koma á marknaðin í ár; Nýggjur Renault Zoe við 52kWt battarípakka, tann sera nógv umrøddi VW ID.3, Peugeot e-208, Peugeot e-2008, nýggjur VW e-Up!, Corsa-e, Seat el-born, Skoda Citigo-e, Polestar 2 (Volvo), BMW iX3 og aðrar við, umframt at skipaður innflutningur av bilum frá Tesla, helst eisini verur at síggja.
Facebook viðmerkingar