Electric GT er nanvið á nýggjari bilkapping einans fyri elbilar. Fyrsta kappingin verður koyrd við umbygdum Tesla Model S P100DL, sum er tann sterkasti og skjótasti bilurin Tesla hevur til sølu. P stendur fyri ‘Performance’, 100 fyri 100 kWt battarípakki, ‘D’ er stytting fyri ‘dual motors’ og ‘L’ stendur fyri ‘Ludicrous’ ið er eginleikin at koyra 0-100km/t uppá 2,5 sekund í vanliga gøtuloyvda bilinum. Umbygdi Model S til Electric Gt klárar hetta uppá 2,2 sekund!
Tesla hevur einki beinleiðis við hesa kapping at gera, men tey eru vald sum basis fyri kappingina, tá tað ikki rættuliga er nakar tilsvarandi bilur á marknaðinum í løtuni ið kann taka kappingina upp við Model S. Hetta ferð vónandi at broytast í nærmastu framtíð, um ein skal trúgva Audi, VW, Mercedes, BMW v.m., ið øll hava kunngjørt ætlanir um at framleiða elbilar í nærmastu framtíð. Av hesum bilmerkjum eru tað vónandi onkur tilsvarandi klassi til Model S hjá Tesla, soleiðis at kappingin framyvir fær meira variatión í bilmerkjunum.
Fyrsta kappkoyring verður seinni í ár, heilt nágreiniliga 12. August 2017 á Silverstone-breytini í Onglandi. Síðani verður fari víðari til ‘TT Circuit Assen’ í Niðurlondum 2. September, fyri síðani at fara til ‘Nürburgring’ og DTM-breytina har einar tríggjar vikur seinni, sambært CEO Mark Gemmel via Autocar. Aðrar breytir ið eisini skulu koyrast, eru ‘Algarve International Circuit’ í Misano, Italia, og ‘Circuit de Catalunya’ í Barselona. Síðsta kapping í ár verður 25. November.




Facebook viðmerkingar