Samferðsla Skip/ferjur Umhvørvi

Elligamlar og vandamiklar ferjur hjá SSL

Dagur & Vika vistu herfyri at siga, at nú var ein av ferjunum hjá Strandafaraskip Landsins, Ternan, aftur á beding, tí nú var eitt hol í ferjuni uppdaga. Hetta bert 3 mánaðar eftir at hon síðst var á beding. Holið sigst koma av, at stálið er tert av rusti. Mangar av ferjunum hjá SSL, eru so gamlar, at tær áttu at verið útskiftar, tí tær hvørki lúka nútímans krøv fyri útlát v.m., eins og trygdin gerst verri og verri, av tí at skipini/ferjurnar eru so gamlar, og tí eisini illa tardar av rusti.

Nú er upplagt at løgtingið traðkar til, og setir nøkur krøv til næsta innkeypinum av ferjum, at reka arbeiði hjá Strandfaraskipum landsins.

Møguleikanir eru mangir, og tí er at sláa kalt vatn í blóðið, og gjølla kanna allar møguleikar, og ikki bara kostnaðin her og nú, men eisini rakstrar og langtíðarkostnaðin av hesum. Onkrir av møguleikunum hava áður verið frammi her á Nýhugsan, og innibera tildømis battarí-eldrivnar ferjur, eins og tað gerast alt fleiri og fleiri av, serliga í Noreg, og nú eisini Danmørk.

Raksturin er nógvar ferðir lægri enn við diesel/tungolju, og nýggju krøvini frá altjóða stovninum IMO undir Sameindu Tjóðum (“U.N. International Maritime Organization”), ið kemur í gyldið 1. januar 2020, ger oljuna dýrari, tí kravið er, at skipini nú skulu sigla við minni svávul-dálkandi olju, ið beinleiðis elvir til súr-regn, og andatrupulleikar. Hendan oljan er tí eisini dýrari, tí mest loyvda innihaldið av svávul verður tá 0,5%, í mun til núverandi 3,5%.

Ferð SSL og Samferðslumálaráðið at taka av hesum møguleikanum, at modernisera ferjurnar hjá SSL, so tær eru á støðið við londini um Føroyar, ella fara vit aftur at síggja SSL gera sama mistak, sum tá ið nýggja útboðið fyri Bygdaleiðir bleiv boði út uttan nakað nevnisvert grønt mið ella mál?

Hvat halda tit? Kom við tínum boði niðanfyri.

/Martin Andreas Kruse

Facebook viðmerkingar