Bilar Hyundai

Fjaldur SUV frá Hyundai

Hyundai hevur ikki meira enn akkurát byrja søluna av IONIQ Electric (og tveir aðrir hybrid variantar), við 28kWt battarípakka, og nú er ein design-fjaldur SUV sæddur í Seongnam-si í Suður Korea. Hyundai vil ikki úttala seg um júst hendan bilin, men vil hinvegin ikki goyma at tey arbeiða uppá ein SUV við 64 kWt battarípakka. Hetta merkir at bilurin fær koyrt okkurt um 320 km per fulla løðing. Tað er nakað tað sama sum minsti Model S og X frá Tesla við 60 kWt battarípakkum.
Hvat prísurin verður er ilt at siga, men vantast kann at hann er væl lægri enn Model X frá Tesla; hetta av nógvum orsøkum, sum hevur við kompleksitetin í framleiðsluni av Model X.
Bilurin væntast longu til sølu frá 2018, og kemur hetta óvart á nógv fólk, tá Hyundai annars hevur lagt nógva orku í at granska, selja, og marknaðarføra brint-elbilar, heldur enn battarí-elbilar. Hyundai úttalar seg um, at teirra BEV (Battery Electric Vehicles) bilar eittans er eitt millumlið, til brintbilar gerast kappingarførir. Um ein so er einigur við Hyundai við øðrum, ella ikki, viðvíkjandi brinttøknini, so er tað jaligt at ety ikki síggja heilt burtur frá battarí-drivnu elbilunum, tá hetta útilukkar møguleikan fyri at vera tikin á bólið tá ið sølan av BEV, mest sannlíkt, ordiliga tekur ferð á seg næstu 3-5 árini.

Vit á Nýhugsan gleða okkum at síggja hvussu komandi SUV el-bilurin hjá Hyundai tekur seg út.

Myndin er fingin til vega frá ETNews.

Facebook viðmerkingar