Bilar Ford

Ford: 7 nýggir el-bilar næstu 5 árini

Ford hevði 3. januar eina framløgu í Flat Rock, Michigan, har ið tey løgdu fram ætlanir sínar fyri el-bilar næstu 5 árini, og tíanverri var tað einans ein av teimum ið er 100% el-drivin, meðan hinir 6 bilarnir eru hybrid og “plug-in” hybrid variantar; tveir politibilar við hybrid tøkni, ein F-150 Hybrid og ein Mustang Hybrid til Norðuramerikanska marknaðin. 100% eldrivni bilurin kemur so til Evropeiska-, Norðuramerikanska- og Miðeystur- marknaðin, meðan Evropa so einasmælt fær ein Transit Custom “plug-in” hybrid.

Eldrivni bilurin verður av slagnum “SUV”, ella Sports Utility Vehicle”, og bygdur til at koyra í minsta lagi 480 km fyri hvørja løðing. Hann væntast á marknaðin í 2020. Hvat prísurin væntast at vera, slag av løðing/uppladara, tíðina at løða bilin osfr., hevði Ford ikki við í framløgu síni, so har var ikki annað enn teirra orð fyri hvat kann væntast. Ikki kann væntast at nakað konsept verður víst fram, fyrr enn í fyrsta lagi í summar ella næsta ár, tá tað eru heili 3 long ár til 2020. Ein kann troysta seg við at Ford nú tykist at verðuliga gera nakað við íløgum í framleiðslu av el-bilum, sjálvt um tað her, í fyrstu atløgu, bara er ein bilur ið ikki er hybrid, men 100% battarí.

 

Facebook viðmerkingar