Akfør El-Akfør Samferðsla

Framtíðin hjá diesel

Í hesum døgum, eru fleiri, ið eru áhugaði í at fylgja við, hvussu tað gongur hjá elbilum. Men um tað gongur framá hjá elbilum, so gongur tað helst hinvegin hjá øðrum. Her hjá okkum letur til at tað er diesel, ið stendur fyri skotum fyrst, og undirritaði fer her at royna at greina gongdina, og kanska spáa eitt sindur um framtíðina.

Við árslok 2014 vóru skrásettir 7554 dieselpersónbilar, eftir at 525 bilar vóru lagdir afturat teimum, ið longu vóru á Føroysku vegunum við ársbyrjan, komandi árini sá vøksturin hjá dieselbilum soleiðis út

Árslok Bilar á vegunum   Vøkstur 

20147554+525
20158094+540
20168600+506
20179080+480
20189555+475
20199876+321

Sum sæst so var vøksturin hjá diesel størstur í 2015, og er síðani minkaður eitt sindur ár um ár. Hetta samsvarar væl við tíðarskeiði, har elbilar spakuliga byrja at gera sína innrás.
Ein partur av minkaða eftirspurninginum eftir dieselbilum, kann sannlíkt grundast í sokallaðu Dieselgate-gøluni, har flest allir framleiðarar av dieselbilum, snýttu við útlátstølunum hjá sær. Men tá ein hugsar um, hvussu lítið fokus hendan gølan hevur fylt í Føroyum, er tað ikki sannlíkt at tað hevur havt serliga stóra ávirkan, serliga tey seinni árini, har einki hevur verði at hoyrt um gøluna.

Tað er ikki fyrr enn í 2016 at “gongd” kemur á elbilasøluna. Tvs. at meira enn 2-3 elbilar vera skrásettir um árið. Í 2018 leyp skrásetingin av elbilum, upp á 66 fyri ári, sammet við 15 í 2017. Í 2019 komu 76 elbilar afturat. Tølini samsvara ikki heilt við hvussu nógv vøksturin hjá diesel minkar, men tað kann hugsast at onkur skiftur yvir til bensin. Men um ein hyggur at talvuni niðanfyri, so er eingin serligur vøkstur hjá bensin, uttan í 2019, og tann vøksturin kann serliga tilskrivast, at tað var ein øgilig øking av leigubilum til ferðafólk.

Einastu tøluni, ið vaksa støðugt, eru tølini hjá elbilum. Og um ein hyggur at tølunum hjá diesel, seinasta hálvtannað árið, so sæst heilt væl, at nú ferð kavabólturin orduliga á rull.

Í 2019 sóðu tølini soleiðis út 

Januar9574+19
Februar9624+50
Mars9685+61
Apríl9731+46
Mai9799+68
Juni9831+32
Juli9859+28
August9874+15
Septembur9878+4
Oktobur9879+1
Novembur9874-4
Desembur9876+2

Seinna hálvár 2019 vóru 29 elbilar skrásettir. Tað vóru bert 46 dieselbilar skrásettir sama tíðarskeið, og vit síggja fyrsta mánaðin (November), har mongdin av dieselbilum á vegunum, minkar. Er hetta bara eitt keðiligt tíðarskeið hjá dieselakførum, ella heldur gongdin fram? Latið okkum hyggja at 2020.

2020ElbilarDiesel
Januar109859-17
Februar39856-3
Mars69904+48
Apríl89902-2
Mai1199020

Sum sæst, fyrstu fimm mánaðanar í 2020, so vaks talið av elbilum skjótari enn diesel; 38 móti 26. Tað hava verið fleiri mánaðir har talið av dieslbilum er minkað, og í mai stóð mongdin í stað, og tað er sannlíkt at, tá juni er farin afturum, so er eitt heilt ár farið, har elbilar eru ein størri partur av vøkstrinum, enn diesel. Sama tíðarskeið í 2019, var vøksturin hjá diesel 244, so talan er um eina hampuliga afturgongd. 

Koronatíðin hevur sjálvandi hava havt sína ávirkan á søluna, men samstundis so klára elbilanir seg bara heilt væl í tíðarskeiðinum. 11 skrásetingar í mai, er met fyri elbilar í tíðarskeiðnum ein mánað. Hvør veit, kanska var munurin uppaftur størri, um einki korona hevði verið.

Í 2020 og árunum frameftir, fara vit at síggja heilt nógvar nýggjar elbilar á marknaðinum, og í og við, at fleiri valmøguleikar fara at vera, ferð prísurin niður, og so fara uppaftur fleiri náttúrliga at umhugsa sær, at fáa sær ein elbil. Og sum støðan sær út í dag, so eru tað dieselbilanir í standa fyrst fyri skotum. Hóast fólk kanska ikki keypa sær ein elbil beinanvegin, so hava nógv, um ikki annað, avgjørt at tey ikki skulu fáa sær ein dieselbil. Tað kann sjálvandi hugsast orsøkin til at eingin vøkstur er í tølunum av dieselbilum, er at øll/heilt nógv, ið hava ein slíkan hava valt meira ella minnið sama tíðarskeið at skifta gamla bilin út, og síðani gongur roknistykki up 1:1 og ikki +1, tað er tó heldur ósannlíkt at øll hava sama tanka samstundis.

Enn eru ikki nógvir brúktir elbilar á marknaðanum í Føroyum, men vit hoyra javnan um fólk í sjálvi innflyta brúktar elbilar. Í 2019 vóru 9 út av teimum 76 skrásettu elbilunum, innfluttir brúktir bilar. So áhugin fyri brúktum elbilum er heilt klárt til staðar, og harvið minkar eftirspurningurin eftir brúktum diesel (og bensin) bilum her heima.
Hvørja ávirkan ferð hetta at hava á dieselbilar? Kanska einki serligt enn, men undirritaði metir at um heilt stutta tíð, so fara fólk ið royna at selja ein brúktan dieselbil, at vera noydd at taka væl minnið fyri bilin, enn tað tey høvdu ætlanir um, bara fyri at sleppa av við hann. Hendan støðan er longu at síggja í ymsum londum rundan um okkum, td í Norra, Íslandi og Hollandi, har tað av nógvum verur rokna sum fíggjarligt óðamannaverk at keypa sær ein nýggjan dieselbil.

Bjarki Dalsgarð

Facebook viðmerkingar