Akfør Umhvørvi

Gott nýggjár!

Nýhugsan vil hervið ynskja øllum eitt gott nýggjár!

2019 sær út til at gerast árið, har el-bilar verðuliga fara at floyma gøturnar og vegirnir runt um í heiminum. Vónandi gerst hetta eisini soleiðis í Føroyum. Men tað krevur at landsins leiðarir vísa vegin, og gera tað ómakaleyst at keypa elbilar, og streymin til hesar.

Lógaruppskotið um at leingja mvg-frítøkuna av elbilum upp til kr. 350.000,-, við tveimum árum, hevur verið til 3. viðgerð, men bleiv ikki viðtikið áðrenn jólafrítíðina. Vónandi verður tað viðtikið beint sum løgtingið ferð aftur til arbeiðis í nýggja árinum

Facebook viðmerkingar