Lesarabrøv Orkuframleiðsla Umhvørvi

Grønt kommunuval: “Veðurlagslóg nú” kannar orku- og umhvørvisætlanirnar hjá valevnum

Veðurlagslóg nú: Hvørjar ætlanir hava kommunuvalevni um orku og umhvørvi í síni kommunu?

Tað hoyra vit ov lítið um, men nú kemur evnið á breddan. Veðurlagslóg nú fer nevniliga undir eitt átak, ið skal svara hesum spurninginum vegna veljarar.

Komandi dagarnar fer Veðurlagslóg nú at kontakta øll valevnini, ið stilla upp til kommunuvalið, fyri at spyrja tey um teirra áskoðanir og ætlanir um orku og umhvørvi í kommununi. Svarini verða savnaði á einari heimasíðu, har veljarar kunnu svara somu spurningum. Heimasíðan vísir síðan veljarunum hvørji valevni, teir hava mest í felag við.

Endamálið er at vísa á møguleikarnar og skyldurnar hjá kommunum at betra um gagnnýtsluna av okkara náttúru. Á tann hátt kunnu kommunurnar bæði minka um sítt íkast til vandamiklar veðurlagsbroytingar, og økja um okkara sjálvbjargi og trivnað.

Tilsamans eru fimtan spurningar, og teir eru skrivaðir sum útsøgnir, sum mann kann vera samdur ella ósamdur í. Eitt dømi um eina slíka útsøgn er:

“Skip, sum liggja við kei í kommununi, skulu hava landstreym frá varandi orku.”

Evnini fevna annars víða, frá hitapumpum til burðardygga matframleiðslu.

Heimasíðan verður kunngjørd, tá kanningarúrslitini eru klár.

Facebook viðmerkingar