Orkuframleiðsla Sólorka Umhvørvi Vatnorka Vindorka

Íbinding av privatum orkuverkum – hví ikki brúka streym á staðnum?

Í 2017 kom SEV við fráboðan um, at privat húsarhald skuldu kunna selja streym inn á elnetið hjá SEV. Karmar vóru gjørdir til hetta endamálið, so at eigarar av smáum vindmyllum, vatnorkuverkum ella sólkyknuverkum undir 11 kW av framleiðslumátti, kundu íbinda teirra elorkuverk í elnetið.

Tá prísirnir vóru lýstir eitt ár seinni, var sagt, at vind- og vatnmyllur skuldu íbindast uttanfyri elmátaran í húsinum. Hetta merkir, at allur streymur ið verður framleiddur, skal beinleiðis seljast til SEV, uttan at hann brúkast í húsinum sjálvur. Sólkyknuverk eru tó undantikin hesum, og kunnu íbindast innanfyri málarin, og harvið verður bara ovurframleiðslan send út á elnetið.

Hvat er múnurin millum hesar báðar íbindingarháttarnir?

Størsti munurin hjá kundanum, er tað fíggjarliga. SEV keypir streymin fyri ein fastan prís. Streymur frá sólkyknuverkum selist fyri kr. 0,75/kWt, frá vindmyllum; kr. 0,35/kWt og frá vatnverkum; kr. 0,50/kWt. Um kundin sleppur at brúka sína egna framleiðslu, sparir kundin kr. 1,89/kWt, ið hann ikki keypir frá SEV. Beint útfrá hesum tølum, tykist sólorkan at hava stórar fyrimunir fíggjarliga, av tí at kundin kann brúka sína egnu framleiðslu, og fær hægstan prís tá hann selur ovurframleiðsluna til SEV.

Prísurin er ikki alt

Hóast gjaldið frá SEV tykist at verða hægri hjá sólkyknuverkum, má hugsast um, hvussu støðug framleiðslan er; ella kanska rættari óstøðug. Sólkyknuverk mugu hava beinleiðis ella óbeinleiðis sólarljós, fyri at framleiða streym. Hetta ger framleiðsluna nakað óstøðuga. Sólkyknuverk framleiða við niðursettari megi, tá eitt nú skýggj eru fyri sólini, og als ikki um náttina. Vatnorkuverk hinvegin, brúka rennandi vatn, sum vit í Føroyum hava ríkiligt av. So leingi uppsetanin av vatnorkuverkinum er lagt væl til rættis, kann væntast at orkuverkið hevur sera støðuga framleiðslu, sum hevur tað við sær, soleiðis at ein størri mongd av streymi verður framleitt, yvir eitt ávíst tíðarskeið. Hvat loysir sær best, er so heilt treytað av væntaðu framleiðslumongdini frá einari slíkari skipan.

Hví ikki brúka sína egnu framleiðslu?

Ein, sum arbeiðir við micro-/pinkuvatnorkuverkum, er Ólavur Poulsen, ið rekur fyritøkuna VatnOrka. Meðan vit vitjaði hann herfyri, fyri at frætta um pinkuvatnorkuverkini ið hann selur, komu vit eisini inn á íbinding av einari slíkari skipan, í elnetið hjá SEV. Hann undrast á, at SEV ikki vil loyva fólkum, ið hava sítt egna pinkuvatnorkuverk, at brúka streymin á staðnum, til antin vanligan streym í húsarhaldinum, og/ella eitt nú í einari hitapumpuskipan. Í einari viðmerking til okkara samrøðu á Youtube-rásini hjá Nýhugsan, sigur Ólavur soleiðis:

Smáar vatnmyllur roynast væl í Føroyum, men SEV gevir ikki loyvi at íbinda hesar, hóast smáu vatnmyllurnar geva SEV eyka inntøkur og sparir SEV og okkum øllum fyri oljuútreiðslur og CO2-útlát. Dømi eru um umsóknir, ið hava ligið í 4 ár á borðinum hjá SEV, men SEV avgreiðir ikki málið, hóast almenni orkumynduleikin hevur givið tilsøgn.

Prát hevur verið um, at óstøðuga framleiðslan frá sólkyknuverkum, kann føra til trupulleikar á elnetinum hjá SEV, serliga um ógvuliga nógv húsarhald fáa sær eina slíka skipan. Hetta er tó neyvan ein trupuleiki hjá pinkuvatnorkuverkum. Sum Ólavur nevnir í samrøðuni, er tað avmarkað møguleikar fyri at seta smáar vatnturbinar upp í Føroyum, og hjá teimum sum vera sett upp er framleiðslan støðugt og lætt at spáa um. Eisini leggur hann stóran dent á, at minni vatnorkuverk eru betri fyri nátturuni og umhvørvi.

Smáar vatnmyllur og stór vatnorkuverk kunnu als ikki samanberast, tá talan er um ávirkan á náttúru og umhvørvið. Smáu vatnmyllurnar taka bert ein part av ánni, meðan stóru vatnorku-verkætlaninar taka alt vatnið úr øllum áunum sum eru í nánd. Harafturat hava stóru vatnorku-verkætlaninar vatngoymslur, sum verða gjørdar við høgum byrgingum og stór lendi verða floymd undir vatn. Tað kann bera væl til at seta smáar vatnmyllur upp, har ikki ber til at byggja stórt, sum ískoyti til vatnorkuna – uttan umhvørvisárin.

Vónar at SEV broytir hugsanin

Ólavur Poulsen vónar tí, at SEV broytir mannagongdin, og loyvir fólk at binda vatnorkuskipanir innanfyri málaran. Hann vísir á, at tað er mest effektivt at brúka streymin á staðnum, og ikki minnst gevur fíggjarligu tilelving fyri fólk at skaffa sær eina slíka umhvørvisvinarliga skipan. Alt í alt verður tað avgerandi fyri orkuskiftinum, at vit brúka okkara tilfeingi so skilagott sum møguligt.

Facebook viðmerkingar