Umhvørvi

Keypmannahavn væl á veg í orkuskiftinum

Keypmannahavn er væl ávegis, at gerast tann fyrsti koltvísúrevnis-javnstøguði (CO2-neutrali) býurin í heiminum. Grøna verkætlanin fór í gongd í 2009, og við hjálp frá umfatandi átøkum, hevur býurin longu nú, megna at minka um koltvísúrevnis-útlatið við 42%, í mun til 2005. Eitt stórt framstig, tí at lækka útláti av koltvísúrevni, hóast búskaparliga virksemið og íbúgvaratølini eru, og hava verið, støðugt vaksandi, er ikki lætt. Hetta sæst aftur hjá okkum í Føroyum, har vit eisini avgjørdu, fyri fleirum árum síðani, at minka um okkara koltvísúrevnis-útlat, við 20-30% í 2020 – men vit mugu nú viðganga, at vit ikki fara at røkka hesum málinum. Beint ímóti hesum málinum, hava vit nú meira koltvísúrevnis-útlát enn nakrantíð áður. Boðini úr danska høvuðsstaðnum, eru tí gleðilig: vøkstur, bæði í búskapinum og íbúgvaratølunum, kann sameinast við ætlanum um at minka um dálking. Sjálvandi hendir hetta ikki av sær sjálvum. Politiskur vilji og áhaldni má til, fyri at gjøgnumføra eina slíkan langtíðarætlan.

Arbeiðið, sum skal fremjast í verkætlani, er stórt. Streym- og hitanýtslan skal minka við 20 prosentum, 75 prosent av ferðsluni skal umleggjast til buss, tok ella súkklu, og ikki minni enn 60.000 fermetrar av sólkyknu-orkuverkum, skulu setast upp, fyri at nevna nøkur dømi. Men verkætlanin skal ikki bara syrgja fyri reinari luft og minni dálking; íbúgvaranir í Keypmannahavn, skulu fáa líka nógv burturúr sum umhvørvið ger tað. Í hesum sambandi hava einstakar verkætlanir fingið nýggjar – og við hvørt óvanligar – uppgávur. Sum tað spildurnýggja orkuverki og brennistøðin á Amager, hvørs tak er gjørt til eina skíbreyt, og veggirnir til hægsta klintrivegg í heiminum. Slíkar verkætlanar geva ikki bara eitt stórt virði til býin, men ger tað eisini lættari at fáa íbúgvarnar at vera við, og vilja tað sama.

Eitt stig á vegnum til stóra málið, er at brúka nýggja tøkni, fyri at fáa úppgávur loystar skjótt og munadygt. Meðan tað gongur seint hjá okkum í Føroyum, við at minka um útlátið av vakstrarhúsgassum, so eru tað fleiri kommunur, ið eru í gongd við ymisk átøk. Tú hevur møguliga hoyrt um “Smart Cities”, ella á føroyskum – “snilda framtíðin”. Hetta er eitt tiltak ið eitt nú Tórshavnar kommuna hevur tikið til sín, og í hesum sambandi, verður eisini ein ráðstevna 6. og 7. november í ár í Sjóvinnuhúsinum. Í hesum sambandi kunnu vit bara vóna, at vit byrja at ganga tað somu leið, ið býraðið í Keypmannahavn framlegði í 2009. Og hvør veit, kanska verður Tórshavn tann næsti høvuðsstaðurin í heiminum, sum er koltvísúrevnis-javnstøðugur!

Fyri at lesa meira um gongdina í Keypmannahavn kunnu tit fylga leinkina til greinin hjá The Guardian (á enskum):
https://www.theguardian.com/cities/2019/oct/11/inside-copenhagens-race-to-be-the-first-carbon-neutral-city

Permumynd: “Bike City” by puffin11uk is licensed under CC0 1.0 

Facebook viðmerkingar