Bussar Samferðsla

Milano bíleggur 250 elbussar frá Solaris; SSL keypir diesel…

Býurin Milano hevur júst keypt 250 elbussar av fyritøkuni Solaris úr Póllandi. Hetta eru bussar við 240kWt battaríum. Hetta svarar til uml. 5 Renault Zoe ið koma í heyst, ið hava 52 kWt battarí. Fyrr í ár bílegði býarstýrið í París eisini 800 elbussar frá 3 ymiskum framleiðarum.

Hetta er gleðiligt, men samstundis eisini ironiskt, tí júst sum SSL hevur fingið loyvi til at leingja sáttmálan við privatu bussfeløgini, ið skulu reka farleiðirnar hjá Bygdaleiðum, við tveimum árum (úr 5, upp í 7 ár), velur SSL allíkavæl at bjóða út við ynski um diesel bussar. Grundgevingin skal eita seg at vera, at hesir diesel bussarnir eru av besta og reinasta kvaliteti…innan millum annað diesel-krøv fyri koltvíiltu-útlát.

Fyrr í ár bleiv útboðið hjá SSL útsett, og SSL skrivaði herfyri, at orsøkin til hetta, var at SSL hevði bíða eftir, at loyvið at leingi sáttmálan úr 5 árum, til 7 ár, ikki var góðkent enn í løgtinginum. Hetta undrar meg, tí grundgevingin í mars mánað var ein onnur. Tá hevði Kringvarpi sjóneykuna á SSL, Viðvíkjandi manglandi grønari ella grønan málsetning fyri samferðsluni í Føroyum, og Heðin Mortensen hevði ringt við at svara, hví SSL ikki hevði nakað uppskot til grønari ella grønar bussleiðir. Samstundis tóku nøkur av feløgunum tilboðini aftur, av tí at Volvo, buss- og lastbilframleiðarin, meldaði út, at tey fóru at gevast við at framleiða hesar dieselbussarnar, og at tað fór at vera ringt at sleppa av við bussarnar eftir 7 árum, av tí at gongdin í restini av heiminum, hevur ein tendens at vísa, at elbussar koma at vera um so at siga alt um 10 ár. Av tí sama vilja dieselbussar missa virði nógv skjótari enn áður, og hetta er sjálvandi eitt minus í rokningini, tá ein skal geva tilboð uppá tíllíkar uppgávur.

Heðin Mortensen, samferðslumálaráðharri, royndi at argumentera fyri, at bussar eru so stórir og brúka ovurnógva orku (diesel), og at vit hava brekkir, og tí egna elbussar seg ikki til Føroyar. Hvørgin av grundgevingunum halda, tí nettup tað at bussar brúka so stórar motorar, og samstundis koyra í, og millum bygd og bý, so er tað nettup tí at hesir skulu skiftast út við eitt nú elmotorar við battaríum, ella aðra grønari tøkni. Argumentið um at elbussar ikki eru egnaðir í Føroyum, tí teir eru elektriskir, hongur heldur ikki saman, tí tað kundi tú tað sama sagt um diesel-bussar. Her meini eg, at tá tú skrivar eitt útboð, ið SSL gjørdi her fyri, verður tað rættuliga neyvt skriva, hvat tørv man hevur brúk fyri, og hvussu langar hesar ymisku farleiðirnar fara at vera. Út frá hesum kanst tú síðani bíleggja elbussar við júst tí støddini tú tørvar, til júst tí uppgávuna ið skal røkjast.

Men av tí at SSL arbeiðir sjálvtstøðugt frá SEV, ið arbeiðir sjálvtøðugt frá løgtinginum, samstundis við at Løgtingið ongra reella ætlan hevur fyri einum grønari Føroyum, so skilji eg væl at einki hendir. Heðin nevndi tildømis, hvussu ongar løðistøðir eru til elbussar, og tí er hetta neyðugt at koma, áðrenn elbussar kunnu koyra. Hetta er sjálvsagt, og sigur meira um teirra manglandi samstarv við SEV og SSL, enn at SEV er afturúr á hesum umráðnum. SEV ferð sjálvandi ikki at seta bussløðistøðir upp, fyrr enn ein veit at tørvur er á tí, og nær og hvar hesin tørvurin verður. Hetta verður á enskum kallað ein scapegoat; altso at peika fingurin eftir øðrum.

SSL útsettir av hesum eintingum, útboðið í 3 mánaðir, soleiðis at stovnurin kundi útabeiða eitt grønt ella grønari útboð. 3 mánaðir gingu, og nú kundi Heðin rópa Sandoy sum “grøna oyggin”, har ið fyrstu grønu/-aru farleiðirnar fara at koyra, jvf. nýggja útboðnum ið bleiv sent út í juni. Munurin á útboðnum var eingin. Sjálvt dagfestingin fyri seinastu freist at senda tilboð inn, var enn tann sama; 1. marts 2019. Einasta broyting var eitt ískoyti á heimsíðuni, ið leystliga staðfestir, at tað er upp til tilboðsgevararnar at koma við einum grønum tilboði fyri Sandoynna, uttan at lýsa hvat SSL og/ella samferðslumálaráðið ynskir við hesum. Altso kann ein senda tilboð inn uppá bussar ið koyra uppá hydrogen, náttúrugass, battarí, hybrid…you name it. Hvussu ólukkan kann nakar taka hetta í álvara?

Heldur enn at útseta hetta í 3 mðr., átti SSL at longt verandi sáttmála við 2 árum, so hesin bleiv 7 ár, og so kundi samferðslumálaráðið, í tøttum samstarvi við SSL og SEV, útarbeitt eina konkreta ætlan fyri tey næstu 7 árini frá 2021/2022 til 2029/2030. Hetta átti ikki at verið nakar trupulleiki, men av tí at eingin vil átaka sær hesa uppgávu, tí eingin konkret ætlan ella ynski er um hetta, so skulu vit koyra við aldargomlu og dálkandi tøkni, samstundis við at SEV arbeiðir fyri at gerast 100% grøn á landið í 2030.

Nú er tíð, at Løgtingið tekur seg saman, og fær lagt eina ætlan fyri Føroyar.

Hva heldur tú? Er tað í lagi at SSL, Samferðslumálaráðið, løgtingið v.m. eru so passiv tá tað kemur til okkara umhvørvið og heilsu? Kom við tínari meining niðanfyri, ella á Facebook.

/ Martin Andreas Kruse

Facebook viðmerkingar