Akfør Bilar VW

NAIAS: ID Buzz – eitt feitt nýbakað rugbreyð!

Dagarnar 8.-22. januar er North American International Automotive Show, stytt NAIAS, í Detroit, Michigan, USA.

VW hevur víst fram teirra hugtaksbil (el. konsept) I.D. Buzz. Bilurin er bygdur um MEB-platformin, ið er eitt týskt stavorð fyri Modularer Elektrobaukasten, altso ein el-bilplatformur ið kann evnast alt eftir tørvi. I.D. Buzz er bygdur um MEB-XL variantin, ið er tann størsta uppsetanin av MEB platforminum, og væl størri enn I.D. Budd-e ið VW vísti fram fyri einum ári síðani, ið eisini er bygdur um sama MEB-platform.

Ikki kann sigast annað enn at I.D. Buzz líkist sera nógv klassisku rugbreyðunum/hippie-bilinum hjá VW; Type 2, sjálvt um bilverksmiðjan roynir at gera tað greitt, at hetta altso ikki er ein retro bilur. Tøknilýsingin av bilinum er eisini hugtakandi, men sjálvandi skal havast í huga, at hetta er ein hugtaks-/konsept-bilur, og tí stendur tað VW frítt at upplýsa tað teimum listir. Eitt nú klárar hann 0-100 km/t uppá 5 sekund, og er hetta við AWD/All-wheel-drive, har í tveir motorar dríva øll 4 hjólini, og kann koyra okkurt um 320-435km uppá ein fulla løðing. Hetta er eftir EPA standardinum, sum eg meti er meira neyvur enn NEDC, ið er Evropeiski el-bil standardurin fyri møguligu mongdina av kilometrum ein el-bilur fær koyrt uppá eina fulla løðing. Bilurin mátar 4,94m til longdar, 1,98m í breidd og 1,96m í hæddini.

Tó eru tað ikki hesar lýsingarnar av bilinum ið vaktu størsta ans, heldur enn, um alt gongur eftir ætlan, sjálvkoyrandi møguleikin hjá bilinum.

Á myndinum niðanfyri síggjast ymiskar samansetingar av setrunum í bilinum, har bæði forsetrini eitt nú venda aftureftir ímóti ferðafólkunum, ella møguleikin at sláa setrini heilt niður, soleiðis at ein kann taka ein lúr, maðan bilurin tekur sær av at taka teg trygt frá A til B.

Hvussu nógv av hugtøkunum í I.D. Buzz yvirliva flytingina frá hugtaksbili til endaliga framleiðslubilin, er ikki til at siga. Og sjávandi kann tað eisini vera at VW heilt letur vera við at byrja nakra framleiðslu av hesum bilin, serliga tá tey hava víst aðrar hugtaksútgávur í 2001 og 2011 ið eisini leiddu tankarnar aftur til gamla klassikaran “Type 2”, har einki stóðst burturúr. Tó skal nevnast at leiðslan hevur verið sera jalig viðvíkjandi sniðinum, so nú er tað upp til fjølmiðlarnar og kundarnar at vísa VW at tað er áhugið hjá keyparunum fyri Buzz.

Facebook viðmerkingar