Bilar Chevrolet Opel

Norskur prísur á Opel Ampera-e

So hevur Opel almannakunngjørt grundprísin á ravmagnsbilinum Ampera-e. Prísirnir byrja við NOK 299.900,-, ið svarar til okkurt um 246.000,- danskar krónur áðren avgjøld og skráseting við meira. Hetta vil eisini siga at prísurin í Føroyum verður okkurt um ta uphæddina – um og nær Opel velur at selja til Føroyar, tí Noreg er einasta landið ið fær Opel áðren 2016 er útrunnið, og so fylgja Týskland, Frakland, Niðurlond og Sveits aftaná í byrjanini av 2017. Restin av Evropa sleppa fyrst at fáa Opel Ampera-e frá 2018, sum er árið har Opel metir at framleiðslan hevur rokki sítt mál at nøkta eftirspurningin.

Ein kann lættligani sáa iva um framleiðslukarmarnar hjá móðurfelagnum General Motors, tá fyritøkan er ein av teim stórstu í heiminum. Verðuleikin er tó mest sannlíkt at tað er trupult hjá fyritøkuni at útvega sær nokk battarí, og at framleiðlsan tí ikki fær fylgt við eftirspurninginum/framleiðslumøguleikunum.

Eitt er tó sikkurt, og tað er at kappingarneytarnir nú vita at Opel/GM ikki fáa fylt eftirspurninginum hjá kundunum í Evropa, og tí kann tað vera at vit koma at síggja onkrar aðrar bilframleiðarar skunda sær at metta svanga elbilmarknaðin. Her kann vera talan um BMW, Renault, Nissan, Tesla, VW, Volvo við meira. Tað kann eisini vera at framleiðslan av Ampera-e kann framskundast fyri at møta tørvin sum heild.

Facebook viðmerkingar