Umboð vegna Nýhugsan.fo, er bjóða við til kjakpallin á ráðstevnuni “Snilda framtíðin – Smart Cities in the Arctic”, ið verður í Sjóvinnuhúsinum 6. og 7. November í ár. Ráðstevnan leggur dent á trý øki, sum skapa trýst á kommunur í Føroyum og vælferðarsamfelagið sum heild, men hesar avbjóðingar kunnu mennast við snildari loysnum.
Hesi eru:
- Eldraøkið
- Samferðsla
- Orka í bygningum
Tað er Fróðskaparsetur Føroya ið hevur tikið stig til og samskipað ráðstevnuna, saman við Tórshavnar Kommunu og Hugskotinum. Ráðstevnan er liður í afturvendandi verkætlanini hjá Fróðskaparsetri Føroya, ið eitur Green Growth Dialogue.
Til ber at lesa meira um ráðstevnuna við at vitja torshavn.fo, eins og atgongumerki eru til keyps á heimasíðuni hjá Fróðskaparsetrinum.
Umboðið fyri Nýhugsan.fo, verður Martin Andreas Kruse.
Kjakið um samferðslu, har umboð frá Nýhugsan var við, kann nú síggjast her:
Facebook viðmerkingar