Bilar Opel

Opel ferð at selja Bolt í Evropa

Opel ferð at marknaðarføra og selja Chevrolet Bolt í Evropa undir sínum egna heiti og tillaging. Navnið verður Opel Ampera-e, ið ikki sørt minnir um navnið á einum øðrum bili ið Opel áður hevur selt, nevniliga “Ampera”, ið var Amerikanski Chevrolet Volt í Evropiskum hamið.

Volt og Bolt, eins og navnið, minna tøkniliga nakað um hvønn annan, tá ið báðir hava ein el-motor ið  nýtist at draga bilin fram (og aftur…), munurin er tó, at Volt/Ampera harafturat hevur ein bensin-riknan motor at dríva eina dynamo, ið verður brúkt at geva el-motorinum streym, og løða battaríið samstundis. Hetta er sami háttur ið millum annað BMW i3 við “range extender” brúkar, og ólíkir eitt nú Toyota Prius, ið líðandi skiftur ímillum el-motor og bensin-motor at draga bilin fram, alt eftir hvørjari støðu ein er í.

Ampera var ongantíð ein sólskynssøga í Evropa, tá áhugi og prísur lógu til hindurs fyri hesum. Ampera-e hinvegin, skylur seg burtur frá fyrrverandi Ampera/Volt, við at eittans brúka battarí sum el-orkukeldu, og harafturat kemur prísurin at minna um Tesla Model 3, har Chevrolet Bolt er príssettur til $37.000,-, meðan Tesla Model 3 er settur til $35.000,-, sum in.fo her fyri skrivaði at tey vantaðu at vera “undir kr. 300.000 í Føroyum. Báðir bilarnir loyva 200+ míl (uml. 322km eftir USA útroknan), ið akkurát røkkur at koyra aftur og fram millum Havn og Klaksvík 2 ferðir; væl at merkja uttan at løða ímillum. Hvussu realistiskt tað er at nakar skal gera hetta, uttan at steðga á eina løtu, er óvíst, men tað átti at hjálpt teimum ið eru bangin at mangla streym nokk at koma heim.

Komandi Opel Ampera-e/Chevrolet Bolt, hevur hetta at bjóða:

  • Hestakreftir: 240
  • 0-100 km/t: 7 sekund
  • Goymslupláss: uml. 478 litrar

Opel hava sagt at tey vilja vísa teirra tak á Chevrolet Bolt til bilmessuna í París, ið byrjar 1. Oktober og endar 16. Oktober og at hann vantandi er til keyps næsta ár.

IMG_0595

Facebook viðmerkingar