Akfør Bilar Orkuframleiðsla Tiltøk Umhvørvi

Broyting! Orkustevnan 2020

Kunningarskriv

31. januar og 1. februar í ár, verður Orkustevna í Høllini á Hálsi.

Tiltakið er útsett, og verður 12.-13. juni 2020.

Tað er ókeypis atgongd fyri almenninginum!

Í ár verður tiltakið enn størri enn áður, nú høllin er vorðin dupult so stór, í mun til hinar 5 undanfarnu orkustevnurnar ið hava verið.

Endamálið við Orkustevnuni er at kunna um orku- og umhvørvismál og at økja um virksemið innan hesa
vinnu. Orkustevnan savnar stovnar, fyritøkur og vitjandi á einum stað, har upplýst verður um møguleikarnar
innan orkuloysnir – til dømis grøna, alternativa, varandi og aðrar orkukeldur. Málið er, at endabrúkarin
verður kunnaður um viðkomandi orku viðurskifti og fær greiðu á kunning og vørum á marknaðinum. Tískil
bjóðar Orkustevnan besta og størsta framsýningar- og vitanarpall innan orkumál í Føroyum.

Stórur dentur hevur síðstu árini verið lagdur á at fáa eitt grønt orkuskifti í Føroyum, m.a. við at eggja vanliga
húsarhaldinum at velja grønar orkuloysnir við at endurrinda meirvirðisgjald á hitapumpum, elbilum og
vetnisbilum. Men hvussu langt eru vit í veruleikanum komin? Og hvørjar møguleikar hevur endabrúkarin at
vera við til at arbeiða fyri at fáa eitt grønari og umhvørvisvinarligari samfelag?

Á Orkustevnuni vísa føroyskar fyritøkur og stovnar fram sína serfrøði av vørum og tænastum, sum hesi veita
til marknaðin. Og fleiri almennir fyrilestrar verða eisini um orku- og umhvørvismál har serfrøðingar á
økinum viðgera viðkomandi evnið.

Fyriskiparirnir av orkustevnuni í ár eru Advent Events Management og VRG.

Facebook viðmerkingar