Hósdagin verður ein politiskur pallborðsfundur um ferðslu og orku í Smæruni í Havn. Tað er Føroya Verkfrøðingafelag, ið skipar fyri, øll eru vælkomin til tiltakið. Fundirin byrjar kl 16 og heldur fram til kl 18. Fyriskipararnir skriva soleiðis:
“Hósdagin 22. august kl 16-18 skipar Føroya verkfrøðingafelag fyri pallborðsfundi í Smæruni, J.C. Schrøtersgøta 6, Tórshavn. Umboð fyri allar politiskar flokkar taka lut.
Til umrøðu verða evnini: samferðsla og orka. Endamáli við fundinum er at varpa ljós á og birta uppundir kjak um verkfrøði og tøkni í Føroyum. Fundurin verður skipaður við 2 stuttum framløgum og eftirfylgjandi pallborðskjaki. Høvi verður hjá áhoyrarum at seta spurningar. Orðstýrari verður Uni Arge.
Øll við áhuga fyri verkfrøði og tøkni eru vælkomin!”
Facebook viðmerkingar