Frá 5. Oktobur í ár, verður tað ikki longur ókeypis, at løða á almennum løðistøðum hjá SEV. Aftaná fleiri ár av royndartíð, og ymiskum uppskotum um, hvussu elbilaeigarar skulu gjalda fyri løðing, eru prísirnir nú kunngjørdir. Afturat hesum, er SEV eisini komið við einum leigugjaldi til heimaløðistøðir, sum eftir ætlan kemur í gildið 1. januar 2021.
Í hesari greinini, verður víst á fleiri dømir fyri kostnaðin av ymiskum løðiháttum. Til hetta verður roknað við einum elbili, sum brúkar 18 kWh av streymorku, at koyra 100 km, og kann løða í mesta lagi við 7 kW, á einari AC støð. Til DC-løðing verður gingið út frá, at miðal løðimegin er 45 kW.
Rímiligur prísur á almennari AC-løðing
Prísurin fyri almenna AC-løðing, tvs. minni løðistøðir við upp til 22 kW av megi, tykist rímiligur. Prísurin er kr. 1,95 umframt eitt minuttgjald á kr 0,10 um dagin, og kr 0,02 um náttina. At hava bilin standandi á einari AC-støð í 8 tímar um náttina, kostar kr 9,60, omaná vanliga kWt-kostnaðin á kr 1,95. Samanborið við heimaløðing til vanligan elprís (kr 1,95), er tað ein munur á 30 krónir fyri hvørjar 1000 koyrdir kilometrar.
Minuttgjald ger DC-løðing dýra
Skjótløðistøðir eru ikki bíligar at seta upp. Tí kemur tað ikki óvart á ein, at SEV leitar eftir øðrum háttum, at fíggja íløgurnar í koma av uppsetanini av skjótløðistøðum. Av tí at SEV ikki sleppur at hækka elprísin fyri skjótløðing, hevur SEV valt at áleggja ein minuttprís omaná vanliga kWt-kostnaðin, fyri at støðurnar kunnu rekast fíggjarliga forsvarligt. Sambært prísásetingini, er kostnaðurin fyri almennari DC-løðing kr 1,95, plus kr 1,00 fyri hvønn minutt bilurin er settur til løðistøðina. SEV ætlar, at skjótløðistøðirnar bara vera brúktar sum ein neyðloysn, og at tann høgi minuttprísurin, skal fáa kundarnar at flyta bilin skjótast gjørligt.
Tað er óheppið, at minuttprísurin skal gjaldast frá fyrsta minutti, ella at SEV noyðist at nýta hendan háttin at regulera prísin fyri løðing, á almennu løðistøðunum. Fólk, sum eru noydd at nýta skjótløðistøðirnar, fyri at kunna koyra longri strekkir, gjalda nú munandi meira, enn flest øll høvdu vantað. Í hesum sambandi, hevði tað verið ynskiligt, at t.d. teir fyrstu 15 minuttirnir, vóru uttan minuttgjald. Uppá hendan mátan, verða fólk, sum ofta noyðast at “toppa upp” battaríið, ikki rakt líka hart fíggjarliga. Eisini gevur hetta viðskiftafólkum, eitt greitt tíðspunkt, har tað loysir seg at flyta bilin, og gera pláss til tann næsta.
At streymur frá skjótløðistøðum, er dýrari enn heimaløðing, ella løðing á almennum AC-løðistøðum, kenna vit eisini frá øðrum londum. Tó er tað stórur munur á løðiinfrakervunum. Í hinum norðurlondunum, er infrakervið væl betri útbygt, enn infrakervið hjá okkum í Føroyum. Hetta hevur við sær, at fólk hava størri rásarrúm at velja nær, hvar, og hvussu bilurin skal løðast. Hetta er serliga umráðandi fyri fólk, sum ikki kunnu løða heima; t.d. elbileigarar sum búgva til leigu, á útoyggj, í íbuðarblokkum ella í eigarafeløgum, uttan privat parkeringspláss á matriklinum. Av tí at vit hava eina lítla mongd, av almennum AC-løðistøðum í Føroyum, verða hesi fólk, í ávísan mun, noydd at nýta DC-støðir, fyri at kunnu nýta elbilin til dagligt. Hjá hesum borgarunum, eru hesar støðir ikki bara ein neyðloysn.
Tað er neyðugt, at atlit vera tikin til tey vinnurekandi, so tað gevur meining at keypa elakfar. Dømi er frá taxa-vinnuni, at tað ikki loysir seg at koyra taxa meira, við nýggju prísskipanini hjá SEV. Hetta má alt fyri eitt broytast. Júst sum eisini t.d. pizza-útkoyring, vøruvognar, lastbilar osfr. eisini koma at ávirkast av hesum. Fyri fyritøkur er tað raksturin ið er avgerandi. Kanska ikki líka nógv kostnaðurin at keypa, sum tað er rakstrarkostnaðurin. Um hesin seinni gerst hægri fyri elakfør, so er tað einki fíggjarligt incitement hjá fyritøkunum, at skifta til elbil ella annað elakfar.
At manglandi løðiinfrakervið, hevur ávirkan á elbilasøluna, hoyrdu vit herfyri í einari samrøðu, sum Kringvarpið gjørdi við bilasølunum kring landið. Umboð frá Autoservice segði beinleiðis, at tey viðmæla bara elbilar til fólk, sum hava møguleika at seta eina heimaløðistøð upp, tí at eigaraskapið er trupult annars. Hetta er ein órógvandi útsøgn, tí hetta er eitt beinleiðis tekin fyri, at elbilar eru ikki líka atkomuligir fyri øll í samfelagnum.
Vónandi vera fleiri íløgur gjørdar í løðiinfrakervið her í Føroyum. Hetta burdi tó ikki bara verða uppgávan hjá SEV, og ynskiligt hevði verið, um landið og kommunurnar trakkaðu beinleiðis til.
Leiguavgjald á heimaløðistøðir
Saman við prísásetingini meldaði SEV út, at viðskiftafólkini skulu gjalda eitt leigugjald á kr 100,- um mánaðin. Sambært uppskotinum, verður hetta galdandi frá 1. januar 2021. Í einari samrøðu við KVF í síðstu viku, segði Terji Nielsen, menningarleiðari hjá SEV, at eingin endalig avgerð er tikin um leiguavgjaldið á heimaløðistøðum, og at tað var ein feilur at kostnaðurin av hesum var lagdur út, og at endaligir prísir á hesum, vera almannakunngjørdir um nakrar dagar. SEV hevur síðani tikið upplýsingarnar um leiguprísir av heimaløðistøðum, av heimasíðuni aftur.
Men hvørja ávirkan hevði ein leiguprísur á kr 100,- haft á heimaløðingina? Um vit taka okkara dømi fram aftur, um ein elbil sum hevur eina orkunýtslu á 18 kWt / 100 km, og 1000 km av mánaðaligari koyring, fáa vit hesi tøl uppá kostnaðin fyri ymiskar løðimøguleikar:
- Løðing á DC-skjótløðistøð (45 kW miðal løðiferð): kr. 591,00
- Løðing á almennari AC støð, um dagin (7 kW løðiferð): kr. 505,29
- Løðing á almennari AC støð, um náttina (7 kW løðiferð): kr. 381,86
- Løðing á heimaløðistøð, uttan avsláttri og leigu: kr. 351,00
- Løðing á heimaløðistøð, við avsláttri og leigu: kr. 361,00
Í hesum dømunum sæst, at leiguavgjaldið ger tað 10 krónur dýrari, at løða bilin við einari heimaløðistøð frá SEV – hóast elprísurin er 50 oyru lægri. Í hesum døminum fæst javnvágur eftir 1100 km um mánaðin. Fyri at fáa tann bíliga streymprísin, eru nakrar treytir frá SEV:
- SEV skal kunna stýra løðingini
- bara løðistøðirnar sum SEV veitir, kunnu brúkast til hetta
- um bilurin skal løðast sum skjótast, og SEV hervið ikki sleppur at stýra løðingina, kostar tað 25,00 krónur eyka, fyri hvørja “skundløðing”
Serligt “skundløðingsavgjald” kann harafturat hækka rokningina. Fýra skundløðingar um mánaðin fara at kosta elbilaeigarin einar 100 krónur afturat, ella líka so nógv sum leigan av løðistøðini. Hvussu stórur vandin er, fyri at man má brúka skundløðing har heima, er sjálvandi treyta av nýtslumynstrinum hjá brúkaranum av bilinum. Á strikumyndini niðanfyri, sæst m.a. ávirkan av 4 skundløðingum um mánaðin.
Strikumyndin samanber ymiskar løðiháttir sambært prístálvuni hjá SEV, og vísir eisini kostnaðin, um eitt 100 krónur leigugjald kemur á heimaløðistøðir. Tann brúna linjan vísir kostnaðin fyri brennievni fyri ein líknandi bensinbil, í hesum førum ein VW Golf 1.5 TSI.
Facebook viðmerkingar