Rivian, eitt relativt nýtt bilmerki, um ein telur tey 9 árini ið bilfyritøkan hevur tekna og arbeitt uppá prototypir, hevur víst fram tveir elektriskar bilar á Los Angeles Auto Show. Ein SUV nevndur R1S, eins og ein mini-lastvogn (amerikanskt: pickup truck) nevndur R1T.
Rivian R1S
Báðir bilarnir eru bygdir á sama undirstell, ið Rivian sjálvi hava framleitt. Undirstellið er bygt á líknandi hátt sum eitt nú Tesla ger, har ið battaríið er fjalt í botninum, á enskum eisini kallað “skateboard design”, ið hevur nógvar fyrimunir. Eitt nú lága miðsetta tyngd, ið er við at halda bilin tætt at vegnum, og sum samstundis er við til, at bilurin hevur ringt við at rulla á høvdi.
Rivian R1T




















































Hendan loysnin er eisini við til, at tú hevur møguleikan at leggja stór battarí í bilin, ið eisini sæðst aftur hjá Rivian, ið bjóðar battarí støddir áljóðandi ávikavist 105, 135 og 180 kWt. Hetta er væl meira enn eitt nú Tesla, ið annars er tann elbilframleigarin ið bjóðar størstu battarípakkunum til keyps í dag, ið bjóða 100 kWt sum stórsta battaríið.
Báðir bilarnir vera tøkir til keyps seint í 2020, um tíðarætlanin heldur, og kostnaðurin verður umleið $70.000,- og uppeftir í USA. Nær bilurin verður tøkur um okkara leiðir, er ilt at vita.
Nýhugsan heldur:
Við R1T og R1S hevur Rivian veruligani gjørt innrás á bilstevnuni í Los Angeles Auto Show, og tað verður spennandi at síggja um eitt nú Land Rover kann koma við aftursvarið, ið eg meti at vera ein beinleiðis kappingarneyta hjá Rivian. Tann stóra royndin hjá Rivian, verður at vísa, at teirra bilar eru eins góðir og álítandi, ella betur, enn teirra kappingarneytar, og so er tað eisini áhugavert hvussu skjótt Rivian fær sett framleiðsluna upp, líka sum alt eisini er tangt at, um tey hava atgongd til nokk av battaríum. Hetta síðsta hevur víst seg at vera sera tórført hjá øðrum núverandi bilframleiðarum, eitt nú Nissan, Renault, Hyundai, KIA v.m. Eisini Tesla stríðist við at framleiða nokk battaríir, sjálvt um fyritøkan hevur sína egnu framleiðslu í samstarvi við Panasonic í Nevada, USA.
Eitt er tó heilt vist; tað er óført at síggja fleiri bilframleiðarir á elmarknaðinum, og hetta eigur at fáa “The Big 3” at vakna, og at taka seg saman, soleiðis at tey ikki sigla afturúr enn meira, og vera yvirhálað av nýbyrjarum.































Facebook viðmerkingar