Bilar Tesla

Royndarkoyr Tesla Model 3…nú!

Tesla hevur júst nú sent teldupost út til fólk ið hava bílagt Model 3, og annars skrivað seg upp til tíðindabrøv frá Tesla, at Model 3 kann royndarkoyrast frá endanum av januar og byrjanini av februar.

Royndarkoyring bílegging, Svøríki

So um tú ert staddur/stødd í Danmark, Noreg, Svøríki, Týskland ella onkum øðrum Evropiskum landi, verður tað møguligt at bíleggja tíð til ein royndartúr í Model 3 um heilt stutta tíð. Eitt nú í Malmø frá í ovurmorgin, 25. januar!

Mynd fingin til vega frá Jan & Pouls elbilblog: https://www.facebook.com/jpelbil/
Mynd fingin til vega frá “Jan & Pouls elbilblog” – https://www.facebook.com/jpelbil/

Á myndini omanfyri, fingin til vaga frá “Jan og Pouls Elbilblog” á Facebook (https://www.facebook.com/jpelbil/), síggjast fleiri Model 3 í Dnamarkm ávegis móti Svøríki. Hetta samsvarar væl við tíðindini frá Tesla, líka sum tað eisini er tíðiligt, at allir bilarnir er av Performance modellini, av tí at bilarnir hava trevjaplátu-/carbon-spoylara.

Árið í ár sær út til at gerast árið, har Føroyingar verðuliga taka elbilarnir til sín, serliga nú fleiri sløg av bilum, og fleiri støddir av battaríum, koma á marknaðin, frá alskyns bilframleigarum.

Facebook viðmerkingar