Vindorka

SEV og varandi visjónin

Grønu Føroyar

Ja tittulin spælir við orðingina, men hetta er við vilja. Nýhugsan hevur spurgt seg fyri hjá SEV um nýggju kunngjørdu verkætlanini, um einar Føroyar ið eru sjálvbjargnar hvat viðvíkir orkuframleiðslu á landi.

Seinastu árini er tað komi fyri seg at alt landið, á einstøkum døgum, hevur framleitt 100% varandi orku. Tvs. at Sundsverkið og hini oljudrivnu ravmagnsverkini hjá SEV, ikki hava verið nýtt at supplera el-kervið í Føroyum hendan dagin. Hetta er sjálvandi flott í dag, men um 14 ár ætlar SEV at framleiðslan altso skal vera 100%+ alt árið. Hvussu tey ætla sær at uppnáa hetta kanst tú lesa um nærri niðanfyri.

Orkusavnið í Føroyum

Sum flest øllum kunnugt eru Føroyar eitt vátt og vindbart oyggjasamfelag. Tað ið er av sól verður nærmast fari á knæ og takka onkrari yvirmagt fyri. Út frá tí sjónarmiðinum áttu Føroyingar at sæð burtur frá sólorku sum verandi ein av keldunum at reka einar grønari Føroyar. Men tað skal vera sagt, at sólorka ikki eittans er virkin tá tað er bláur himmal. Tað er nevniliga stór framleiðsla tá tað er yvirskýggja. Tað eru tó aðrar varandi orkukeldur tøknar í Føroyum, og eiga vit tí (ella serliga SEV) at brúka hesar keldurnar fyrst og fremst. Eitt nú tí at hesar eru royndar í áratíggju- og hundra, og tí eisini bera við sær roynda tøkni, men

Facebook viðmerkingar