Orkuframleiðsla Umhvørvi Varandi orka

Sjóvarfallsdrekin hjá Minesto komin til Vestmanna

Nýggja sjóvarfallsorkuverkið hjá Minesto líkist einum dreka

Svenska fyritøkan Minesto, setir saman við SEV eitt nýtt slag av sjóvarfallsorkuverki upp í Vestmannasundi. Hetta er ein royndarverkætlan, ið skal halda fram í tvey ár. Virksemi hevur verið eina tíð á Oyrargjógv, har íbindingin í elnetið hjá SEV er lagt. Tann fyrri av tveimum “drekum” er nú komin til Føroyar, har hann var settur saman á kaiøkinum í Vestmanna, beint við skipasmiðuna. Í mun til flestu onnur sjóvarfallsorkuverk, har turbinan beinleiðis nýtur orkuna úr rákinum í sjóvarfallinum, situr turbinan á hesari skipanini á einum dreka, ið flytur seg í rákinum, og harvið kemur uppí væl hægri ferð, enn sjálvt ráki.

Drekin er tjóðraður í eitt fundament
Akkerið, ið festur tjóðrið í fundamenti

Ein annar serstakur eginleiki hjá hesari skipanini er, at akkeri, ið bindur drekan í fundamentið, kann loysast lutfaldsliga skjótt. Drekina, ið flýtur, kann so lættliga sleipast til lands til viðlíkahaldsarbeiði. Sambert Minesto sparir hetta útreiðslur til kavarar og størri arbeiðsskip. Vit koma í næstum við einari samrøðu við Martin Edlund, forstjórið í Minesto, har vit varpa ljós á tøknina, og hví Minesto hevur valt Føroyar til hesa verkætlan.

Fyri fleiri upplýsingar um sjóvarfallsorku sum heild, kunnu tit hyggja eftir samrøðuni sum vit gjørdu herfyri við Bárð Niclasen, granskara á Setrinum:

Facebook viðmerkingar