Í dag kundi Elon Musk, stjórin í Tesla, kunngera, at komandi sóltekjurnar frá áðurnevndu fyritøku, nú kunnu bíleggjast, við útflýggjanardegi í USA í Juni, og útum USA eftir ársskiftið.
Sóltekjan frá Tesla, atskilur seg frá øðrum tekjum, við at sólsavnarin sjálvur, er innbygdur í takflísarnar, so sjálvt tekjan framstendur eins og ein hvør onnur tekja við flísum tá ein stendur á gøtuni og hyggur. Niðanfyri ber til at síggja framløguna hjá Elon Musk frá síðsta ár um Tesla Solar Roof:
Í fyrstu atløgu eru tvey sløg av sóltekjuni tøk til bílegging, nevniliga slætt og við smávond/minstur. Tvey onnur sløg – Toskanskur taksteinur og fløgugrót/skifur – koma í 2018.
Tá tað einans er møguligt at bíleggja til Danmark jf. teirra heimasíðu, er tað ikki sikkurt at tað letur seg gera at fáa hetta til Føroya, men Nýhugsan ætlar sær at kanna møguleikan fyri hesum nærri.
Sambært e24.no vera prísirnir (umroknað til danskar krónur) í USA, okkurt um 1.600 krónur fermeturin. Hetta vil siga at ein tekja uppá 280 fermetrar klædd við Tesla Solar Roof, fer at kosta okkurt um 444.800,- krónur. Til samanbering kostar ein tekja við tigulsteini (teglsten) umleið 308.000,- krónur at gera.
Tesla veðheldur 30 ára livitíð uppá streymframleiðslu frá tekjunum og veður (tætt tak vm.), meðan sjálvir tak”steinarnanir” halda “í allar ævir, ella so leingi húsið stendur”, sum Tesla orðar tað á heimasíðuni.
Sóltekjurnar frá Tesla kunnu bíleggjast her: https://www.tesla.com/da_DK/solarroof
Facebook viðmerkingar