Bilar Tesla

So er Tesla Model 3 til $35.000 tøkur til keyps í USA!

Elon Musk segði fyrr í hesari vikuni via Twitter, at hann hevði okkurt at fortelja okkum hósdag, og nú hevur Tesla endiliga gjørt tad møguligt at bíleggja tann bíligasta Tesla nakrantíd; Model 3 til $35.000, ella ikkurt um Kr. 275.000,-
At byrja við er hann bara til taks í USA, men vit Evropearir sleppa, eftir ætlan, at bíleggja innan 6 mánaðir.

Bilurin hevur ein minsta prís uppá $35.000, líka sum fleiri aðrar útgávur eru gjørdar tøkar afturat hesa útgávuna og tær verandi.

“Standard interior” hevur fylgjandi:

  • Manuelt setur og róður
  • Vanligt stoff-setur og útger
  • “Basic audio” ljóð anlegg
  • Standard maps and navigation
  • Center console við 4 USB portrum og goymslurúm
“Standard Interior”

Partvís “Premium interior” hevur fylgjandi:

  • 12-vegis elektroniskt stýrd framsetur
  • “Premium” setur og útgerð
  • “Upgrade audio” ljóðanlegg
  • Vanligt kort og vegvísing
  • LED mjørkalyktir
  • Center console við goymslurúmi, 4 USB portur og møguleika at halda og løða tvær telefonir
Partvís “Premium Interior”

“Premium interior hevur fylgjandi:

  • 12-vegis elektroniskt stýrd framsetur og hiti í baksetrunum
  • “Premium” setur og útgerð
  • “Premium audio” ljóðanlegg – 14 hátalarar, 1 subwoofari, 2 amps og stórt ljóð
  • Fylgisveimamyndakort við beinleiðis ferðsludáta og vegvísing
  • Innbygt Internet til tónleik v.m.
  • Internet kagara
  • Staðkendur sjálvvirkandi garasjuhurð opnari
  • LED mjørkalyktir
  • Center console við goymslurúmi, 4 USB portur og møguleika at halda og løða tvær telefonir.
“Premium Interior”

Allar útgávur hava dempaða glastekju, við ultraviolettari og infrareyðari verju, sjálv- dempandi og samandragilig síðuspegl við innbygdum hita, møguleika at spæla tónleik yvir Bluetooth samband og serstakar persónvangamyndir til bilin. Hetta við dempaðari glastekju, var annars ikki roknað við fór at vera partur av bíligastu útgávuni, men heldur metaltekja, men tað er gleðiligani ikki so. Gleðiligani, tí glasið gevur so nógv eyka til tey ið sita aftan, eins og tað økir um fríhæddina hjá teimum ið sita har, ið mun til um tað var metaltekja. Hetta kenna vit aftur frá eitt nú Model S ið fæst við og uttan glastekju.

Autopilot er eisini vorðin bíligari, men hevur so eisini eittans “Autosteer” og “Traffic aware Cruise Control” fyri $3.000. Við hesum hevur Tesla nú koyrt restina av fyrrverandi “Enhanced Autopilot”-pakkanum í “Full Self-Driving package”, sum er $2.000 omaná standard “Autopilot package”. Hesar funkurnar eru eitt nú; Summon, ið ger at bilurin sjálvur koyrir út og inn úr eitt nú garasjuni og “Autopark”, ið er sjálvvirkandi parkeringin.

Facebook viðmerkingar