SEV og landsmynduleikarnar, hava nú í fleiri ár, arbeitt við at fáa Føroyar skift yvir til varandi orkukeldir. Ætlanin er at hava alla streymframleiðslu, og ein góðan part av upphitingini, flutt yvir til grønar loysnir í 2030. Men nógvar aktørar og áhugamál eru komin inn í okkara orkuskiftið, og viðhvørt følist tað næstan, sum framgongdin er við at stegða upp. Meðan mynduleikarnir og framleiðarar gera teirra besta at røkka á mál, loysir tað seg at hyggja hvat vit borgarar kunnu gera, at stuðla framgongdina á hesum økinum. Tøknin mennist ótruliga skjótt, og tey síðstu fáu árini, er tað vorið møguligt, at framleiða sína egna orku heima við hús. Ein av tí mest kendu háttunum, er sólorku-framleiðsla. Meðan tað ikki hevur verið nógv prát um sólsellir/sólkyknir í Føroyum tey seinastu árini, hevur minkandi kostnaðurin og vaksandi máttur/effekt í sólkyknunu, gjørt hesi til eitt veruligt alternativ; eisini her hjá okkum. Fyri at hoyra meira um hesa orkuloysn, og hvat sólkyknir kunnu brúkast til, hava vit gjørt eina lítla samrøðu við Áka Mortensen frá sp/f Hiti, sum millum annað, er heildaveitari innan sólorkuskipanir.

Facebook viðmerkingar