Strandfaraskip Landsins (SSL) hevur í dag boða frá, at freistin at lata tilboð inn til útboðið at reka Bygdaleiðir, ið var 1. mars, er útsett til 1. juni.
Hetta sigur Heðin Mortensen, landsstýrismaður í samferðslumálum, vera av tí orsøk, at hann hevur gjørt av at leggja uppskotið um broyting í løgtingslóg um fólka- og farmaflutning fyri Løgtingið, soleiðis at raksturin av Bygdaleiðum kann bjóðast út í eitt 7 ára skeið, heldur enn eitt 5 ára skeið, sum er núverndi avtala.
Ætlanin er eisini at nýta tíðina millum gomlu og nýggju freistina, til at tryggja sær meira umhvørvisvinarligar og grønar loysnir, sigur landsstýrismaðurin í samferðslumálum.
Vit her á Nýhugsan, fegnast um hesa avgerð at útseta freistina, sjálvt um freistin gott kundi veri útsett enn longri, so allir partarnir kundu komi fram til eina semju um, hvør loysn egnar seg best til Føroyar.
Møguleikarnir eru nevniliga nógvir, tí tað er ikki bara ein spurningur um el ella diesel, men kundi eitt nú eisini veri talan um biogassmotorar, ið kundu koyrt við gassinum framleitt á nýggja biogassverkinum.
Vónandi verður hetta ikki skunda ígjøgnum, men heldur samskipað greitt ímillum SSL, SEV og eitt nú Tórshavnar kommunu, soleiðis at hesi kunnu gagnýta møguligu nýggju og neyðugu íløguna á besta hátt.
Mynd fingin til vega frá ssl.fo
Facebook viðmerkingar