Audi Porsche Umhvørvi VW

Suður Korea bannar Audi, VW og Porsche bilar

Sambart The Korea Herald, er Suður Korea í ferð við at banna søluni av 8 diesel modellum av merkinum Audi, VW og Porsche, tí tey ikki livað upp til tey útlátskrøvini sum eru galdandi, upplýsti tað Suður Koreanska umhvørvismálaráði týsdagin.

Umhvørvismálaráði segði eisini at tað fór at geva bøtur til “Audi Volkswagen Korea” og “Porsche Korea” og byrja eina rættarsakskanning.

Ein kanning ið Umhvørvismálaráðið hevði gjørt vísti at í 1261 bilum av 8 ymisku modellunum, sum vóru seldir í millum Mai í 2015 og síðsta ár, høvdu tól í ið broyttu útlátstølini.

“Tólini gjørdu at útlátstølini broyttust tá í bilarnir vóru upprunagóðkendir, í mun til tá teir fóru út á vegirnar at koyra.” – segði eitt starvsfólk hjá Umhvørvismálaráðinum.

Umhvørvismálaráði upplýsti eisini at tólini gjørdu at bilarnir víðstu 10 ferðnar ov lág virðir av nitrogen oxid samanborið við tá í bilarnir koyrdu vanligt.

Umhvørvismálaráði ætlar at afturtakað loyvi at selja hesi modellini, síðani ætla tey at bøtur og krøv skulu setast, áljóðandi 6,5 mio. dollars til Audi Volkswagen og umleið 3,2 mio. dollars til Porsche. Umhvørvismálaráði segði eisini at tað fór at senda formellar klagur til ákæruvaldi, og krevja at fyritøkurnar blivu kannaðar.

Kanningin byrjaði í Juni síðsta ár, tá Týskland uppdagaði at Audi bilar snýttu við útlátstølunum.

Audi Volkswagen Korea upplýstu at tey høvdu sent úrslitini av kanningini til Umhvørvismálaráði og høvdu byrja at afturkalla bilar í Novembur og Januar.

Felagið vil blíva við at samarbeiða við Umhvørvismálaráðið og seta í verk tiltøk sum gera trupuleikan so lítlan sum møguligt fyri kundarnar, segði felagið.

Tey átta modellini eru: Audi A6 40 TDI Quattro, tveir Audi A6 50 TDI Quattro modellir, tveir Audi A7 50 TDI Quattro modellir, Volkswagen Touareg V6 3.0 TDI BMT, Volkswagen Touareg 3.0 TDI 4 Motion og Porsche Cayenne.

Kelda: The Korea Herald

Facebook viðmerkingar