
Kl. 03.30 ella so í nátt, føroyska tíð, byrjaði tann, av mongum elbil-fjepparum, leingi væntaða framvísingin av Tesla Model Y.
Model Y er ein compact SUV, ikki so nógv annarleiðis enn Model X, annað enn at hesin er bygdur á undirvognin hjá Model 3, meðan Model X er bygdur á ein umbygdan Model S undirvogn, og tí er Model Y eisini eitt vet minni enn Model X, eins og Model 3 er nakað minni enn Model S.

Av tí at Model Y brúkar 70%+ av teimum somu deilunum sum Model 3, hevur hetta við sær, at tað nokk ikki er leingi, til tann bíligasti Model Y til $39K USD, verður til keyps. Tesla metur hetta at vera innan 12 mðr. í USA, ella “tíðliga 2021”, men ikki fyrr enn “tíðliga 2022” í Evropa. Hetta kann tó hava okkurt við eina komandi verksmiðju í Evropa at gera, eftir sum at hetta er 3 ár frá í dag.
Hetta er tó ikki galdandi fyri long-range RWD/AWD og Performance útgávurnar, ið rulla út úr verksmiðjuni í Fremont, Kalifornia, tíðliga 2021, 2 ár frá í dag.

Áður hevur Elon Musk, CEO í Tesla, at Model Y for at byrja framleiðslu í 2019, men hetta er nú broytt til tíðliga 2021. Hetta er long tíð at bíða fyri nógv, men so kann sigast, at Model 3 er til keyps í dag, og hevur nógv av somu fyrimununum sum Model Y, to uttan langa bíðitíð.




Facebook viðmerkingar