Bilar Ferðslutrygd Tesla

“Tesla Vision” væl ávegis sambært Elon Musk

“Tesla Autopilot vision neural net”, eisini kallað “Tesla Vision”, er ein AI-skipan (Artificial Intelligence, umsett til “eftirgjørt telduvit”) til at stýra sjálvkoyrandi bilarnar framleiddir av Tesla, í nærmastu framtíð. Í nátt skrivar Elon Musk á Twitter, at skipanin “nú riggar væl”.

Hetta vil siga, at við fleiri koyrdum kilometrum, við nýggju bilunum ið eru blivnir seldir síðani oktober í ár, vil skipanin læra seg meira og meira, so hvørt sum eigarir av nýggju bilunum bara koyra sum vanligt.
Nýggja skipanin ið er tilevna eftir Artificial Intelligence (AI) -háttinum, lærir so hvørt sum hon kemur út fyri nýggjum umhvørvi og avbjóðingum. Tesla hava sjálvi sagt, at ein 100% sjálvkoyrandi forritsuppdatering longu kemur um hesa tíð næsta ár, sum stuttligt nokk fellur í sama tíðarskeið sum Model 3 vantast at rulla úr verksmiðuni í Fremont, CA, USA; t.e. um einki kemur í vegin fyri tíðarætlanini.

Allir Model 3 koma at hava tólbúnað (hardware) innbygdan – eins og allir Model S og X framleiddir síðani síðst í oktober eisini hava – ið gerð tað møguligt fyri bilin at koyra 100% sjálvkoyrandi. Enntá uttan nakran bilførara við róðrið. Hetta er tað ið verður kallað Level 5 autonomy, sum fyri okkum brúkarir vil merkja, at tú kanst kora til flogvøllin í Vágum, fara úr bilinum, og so koyrir bilurin sjálvur heim og stillar seg at løða sjálvur. Tá tú so kemur aftur, ella ert á veg aftur til Føroyar, ja so ferð bilurin sjálvur avstað frá tínum heimi, koyrir til flogvøllin og bíðar eftir tær tá tú kemur út úr farstøðini.

Hetta ljóðar sjálvandi sum tað bera møsn, og tað er tað fyri tann sags skyld eisini, tí eitt er at tað krevst ótrúliga nógv og sterk telduorka fyri at uppnáða hetta í verðuleikanum, men tað ið verðuliga liggur til hindurs fyri at hetta gerst verðuleiki, er at tað krevur at ferðslulóggávan verður endurskoða, at tryggingarfyritøkur útarbeiða nýggja tryggingar ið taka hædd fyri sjálvkoyrandi bilum, og lógarmessiga eisini. Hetta kann taka nógv ár, og er hetta synd, tá alt bendir á at sjálvkoyrandi bilar er tað sama sum færri ferðsluvanlukkur.

Tá ið nógv deðysføll henda í ferðsluvanlukkum í Føroyum (eins og alla aðrastaðni í heiminum), so er tað eyðsæð hvussu umráðandi tað er, at okkara fólkavaldu geva sær tíð og nema sær kunnleika um hesa næru framtíð, soleiðis at vit sum skjótast kunnu fáa hetta til Føroyar. “Nullhugsjónin” sambært Ferðslutrygdarætlanini hjá “Ráðið fyri Ferðslutrygd”, gekk út í 2015, og er tað tí óvist um sitandi samgonga hevur nakra reella ætlan at gera tað tryggari at ferðast í Føroyum.

Niðanfyri sæðst skipanin í brúk, ein mánað eftir at fyrstu bilarnir komu úr verksmiðuni. Nevnast skal, at hetta er eitt ótrúliga stórt framstig í mun til fyrra filmbrotið ið bleiv lagt út í oktober, ein mánað áðren. Men tá hetta er ein “neural net” skipan, so merkir tað at allir bilar læra av hvørjum ørðum. Hendir eitt óhapp í USA, so læra allir bilarnir tað aðrastaðni í heiminum, soleiðis at tín bilur nú eisini veit hvussu ein líknandi støða skal loysast skilabest.

Facebook viðmerkingar