Audi hevur nýliga útgivið teirra fyrsta el-SUV, sum hevur fingið navnið “e-tron”. Bilurin er bygdur frá botninum upp at vera el-bilur, og kemur við 95 kWt battarípakka. E-tron er sera rúmligur, og kemur við eini rúgvu av útger – og man ferð ikki skeivur, um man klassifiserar hann sum ein luksus-bilur. Hetta endurspeglar seg eisini í prísinum, sum liggur um 800.000 DKK fyri hesa útgavuna av bilinum, sum sæst í filmsbrotinum niðundir. Tó hevur Audi boða frá, at tey ætla at koma við einari bíligari útgavu av e-tron seinni í ár, sum væntandi fer at hava ein minni battarípakka, millum annað.

Facebook viðmerkingar