Ikke kategoriseret

Víðka um royndirnar við sjóvarfallsorkuverkunum í Vestmannasundinum

Svenska fyritøkan Minesto, ið vit kenna frá royndunum við sjóvarfallsdrekunum í Vestmannasundi, heldur áfram við at royna teirra sokallaðu drekar, “Dragon” á enskum, í Vestmannasundinum. Nú er tað enn ein 100kW “Dragon 4” í skal sjósetast, ið er ógvuliga eins og drekin, ið bleiv settur út fyrr í ár, tó so við nøkrum betringum, sum liður í menningini av drekanum, veit Minesto at siga.

Fyrr í ár, legði Minesto eina heildarætlan fyri sjóvarfallsorku í Føroyum fram, ið vísti á møguleikan fyri at 40% av vaksandi orkutørvinum í Føroyum, kann nøktast av sjóvarfallsorkuverkunum frá Minesto. Her er talan um eitt enn størri orkuverk í eitt nú Hestfjørðinum, eins og aðrar staðsetingar í Føroyum. Tá sjóvarfallið um Føroyar, ikki er heilt eins allastaðni, men tó ógvuliga støðugt og lætt at rokna út, kann sjóvarfallsorkan í framtíðini, møguliga virka sum støðuga elframleiðslan hjá SEV, har Sundsverkið annars hevur hetta sum uppgávu í dag, tí vatn og vindur sum kunnugt, ikki eru eins álítandi til ta uppgávuna.

Hesi orkuverkini ið roynast í Vestmannasundinum í løtuni, eru altso av slagnum “Dragon 4”, ið hugsandi kunnu framleiða 100kW hvør. Royndirnar frá hesum báðum verkunum, eru við til at menna “Dragon 12”, ið Minesto strembar eftir at kunna veita 1,2 MW ella 1200 kW, og sum longu er í framleiðslu. Hetta vil sjálvsagt gera stóran mun á elkervinum hjá SEV, afturat vatn-, vind- og sólorkuni á landi.

Nýhugsan høvdu samrøðu við Martin Edlund, sitandi stjóra í Minesto, á sumri 2020, tá fyrsti royndardrekin til sjóvarfallsorku framleiðslu, var sjósettur í Vestmannasundinum. Hoyr og sí samrøðuna niðanfyri:

Facebook viðmerkingar