Fyri stuttum, kom heimildarfilmurin Planet of the Humans ókeypis út á YouTube, ið er skrivaður, kliptur og framleiddur, av leikstjóranum Jeff Gibbs, og stuðlaður av kenda heimildarfilmsleikstjóranum Michael Moore. Tað kann viðmerkjast, at hesir báðir kennast væl.
Filmurin hevur fingið ógvuligar nógvar hyggjarar, og fingið nógva umrøðu, av tí at hann heldur óvantað, setur eina ógvuliga dapra hugsjón um framtíðina hjá okkum og heiminum sum heild. Serliga verður fari nógv eftir, at lýsa grønu rørsluni, ið her meinast við varandi orkuframleiðslukeldur so sum vindur og sól, eins og biomassa orkukeldur.
Fleiri vilja to vera við, at filmurin nýtir gamalt tilfar, brúkar tilfar ið stuðlar ynskinum hjá filmsleikstjóranum, heldur enn álítandi og dagførdum keldum, eins og filmurin ikki ger annað enn at spjaða FUD (fear, uncertainty and doubt), ella ræðslu, óvissu og iva, uttan at bjóða nakra møguliga loysn uppá støðuna, annað enn at regulera alheims fólkatalið. Hetta fær hyggjarin at sita eftir, við eini ógvusligari vónleysari sjón um framtíðina, eins og eitt, eftir mongum serfrøðingum, skeivari niðurstøðu um grøna orku, og sum heild framtíðarvónini her á jørð.
Vit á Nýhugsan eru ikki einig við helminginum av niðurstøðunum og útsøgnunum hjá Jeff Gibbs og Michael Moore, tá filmurin filmsleikstjórin ikki borðreiðir vif gjøgnumskygni ella aktuellari faktuellari vitan ella keldum.
Tað sýnist eina mest sum, at Gibbs hevur klippt og skrivað heimildarfilmin, at passa hansara egnu niðurstøðu og hugsjón um framtíðina.
Niðanfyri sæst eitt ummæli av fílinum, av JHT (Just Have a Think) á YouTube, ið ferð kritiskt ígjøgnum heimildarfilmin, og tær mongu skeivu og villeiðandi útsagnirnar hjá Gibbs.
Planet of the Humans: Let’s just have a think…
Umtalaði heimildarfilmurin sæst niðanfyri:
Facebook viðmerkingar