Bilar Volvo

Volvo el-bilur kemur í 2019

Volvo hevur áður almannakunngjørt, at fyritøkan kemur við einum verðuligum el-bili í 2019. Volvo hevur eisini áður nevnt at ein nýggjur platformur til battarí el-drivnar bilar vildi koma í 2019, men nú hevur fyritøkan so avdúka, at teirra fyrsti bilur kemur tá, og at platformurin loyvir upp í 100kWt av battarí úrdráttarmátti (kapacitet). Hetta merkir at Volvo verðuliga fær kappast við eitt nú Tesla og VW ið eisini arbeiða uppá ein nýggjan el-bil platform, sum tað eisini áður hevur verið skriva um her á Nýhugsan, reint tekniskt.

Hvat slag av bili tað verður; hatchback, SUV, sedan osfr., vita vit ikki enn, eiheldur hvat kostnaðurin er, men tað er sera jaligt at síggja at alt fleiri og fleiri bilframleigarar nú verðuligani taka battarí elbilum í álvara.

Facebook viðmerkingar