Akfør VW

VW ID.3

Mánadagin 9/9-2019, var nýggja elektriska flaggskipið ID.3 hjá Volkswagen, avdúkað fyri almenninginum. Bilurin er helst ein tann bilurin seinastu árini, ið flest fólk hava bíða eftir, og nú er hann so endeliga her (meira ella minnið). Fyrstu bilarnir verða at síggja á vegunum summar 2020(helst er talan um juni).

Eins og “Type 1/Beetle/Boblan” var fyrsti bilurin hjá VW, ið var framleiddur til fólki at eiga, so er “ID.3” fyrsti elbilurin hjá VW, sum er gjørdur til vanliga fólki á gøtuni.

Samstundis er hetta eisini fyrsti elbilurin frá teimum heilt stóru bilframleigarunum, ið skal hópframleiðast í heilt stórum tali. ID.3 er av mongum hildin at vera bilurin, ið skal koma ístaðin fyri VW Golf, sum annars er millum mest seldi bilar yvirhøvur í heiminum. Miða verur eftir at framleiða 100.000 bilar í 2020 og síðani 330.000 um ári frá 2022 á verksmiðuni í Zwickau. Ein kann samanbera tølini við Nissan Leaf, ið flest fólk kenna, í mars 2019 var Leaf fyrsti elbilurin í heiminum, ið var seldir í 400.000 eintøkum, eftir at hava verið til sølu í ymsum útgávum síðani 2010. ID.3 er fyrst og fremst gjørdur til fólk í Europa.

Tá bilurin kann keypast, so er hann at fáa í trimum útgávum/battarí støddum. 45kWh, 58kWh ella 77kWh, í ávíkavist eru mettir at klára 330, 420 og 550km eftir WLTP standardinum.
Ein fer at kunna ogna sær 45kWh variantin fyri undir €30.000(Týskur prísur, mvg og øll avgjøld eru roknað uppí), umrokna til Dkk er talan um uml 224.000, talan er tó um prísin í Týsklandi, vit vita ikki enn hvat prísurin fer at vera her um okkara leiðir.

Uttan er hann á stødd við ein Golf, innan er hann sum ein Passat. Bíligasta útgávan fær kunna løðast við 50Kw (100Kw kann fáast sum eyka). 100Kw ferð at geva bilinum 290km á battaríði eftir 30min

Tá allir fyrimunirnir við elbilum vera roknaðir saman, so er ikki ringt at ímynda sær at hesin ferð at vera sera væl dámdur.

Fyrsta ummælið frá Autogefüel, kann síggjast her á enskum https://www.youtube.com/watch?v=Ti5QlrBH5Xk

Aðrar frágreiðingar og nógv nógv meira um bilin kunnu lesast her:

CleanTechnica: https://cleantechnica.com/2019/09/09/volkswagen-id-3-arrives-superb-mix-of-quality-affordability/

Electrek: https://electrek.co/2019/09/09/vw-id3-production-electric-car-unveiling/

Tek.no: https://www.tek.no/artikler/her-er-volkswagen-id-3-endelig-uten-kamuflasje/473569

Inside EVS: https://insideevs.com/news/369758/vw-id3-electric-car-debuts-range-342-miles/

Til at enda fari eg at sitera Top Gear tá teir ummæla bilin.
“It gives you the fewest reasons not to buy one. Fast enough, cheap enough, big enough, inoffensive enough, rangey enough, tough enough and desirable enough to let you jump straight from petrol or diesel to electricity with minimum anxiety. Interesting enough to make you feel like a pioneer, normal enough to cause barely a ripple in your everyday life.”

/Bjarki

Facebook viðmerkingar