Bilar Ferðslutrygd Waymo (Google)

Waymo vísir hvat teirra sjálvkoyrandi bilar síggja

Waymo, eitt av dótturfeløgunum hjá Google, ið arbeiðir við sjálvkoyrandi tøkni, og ið hevur ætlanir um at opna fyri sjálvkoyrandi taxa tænastu seinni í ár, hevur lagt eitt filmbrot út á Youtube, har tøknin í royndarbilunum, verður víst og brúkt, fyri at koyra frá A til B, uttan at nakar persónur stýrir bilin. Trygdin er í hásæti, og hetta eigur at vísa teimum við skepsis, at framtíðin við sjálvkoyrandi bilum, er nógv nærri enn nógv vilja vera við.

Filmbrotið kann síggjast niðanfyri:

 

Nú evnið er sjálvkoyrandi tøkni, so ætla Tesla eisini at vísa teirra sjálvkoyrandi tøkni fram seinni í ár, sum heldur annarleiðis enn Waymo, ikki brúkar LiDAR (samansett orð av light og RADAR). Tesla Vision brúkar hinvegin radar, ultraljóð-varnarar (sensorar) og 360 gradir video rundan um bilin. Um hetta er nokk, er tann stóri spurningurin. Flest allar fyritøkur ið granska innan hetta evnið, hava LiDAR við í svituni av varnarum. Men hendan tøknin er lutfalsliga dýr, og riggar eitt nú ikki (serliga væl) í regni og mjørka, tá tøknin sendir lasaraljós út, og lesur tað ljósið ið verður kasta aftur. Tá regn og njørki eru smáir dropar av vatni, vil hetta ávirka hvussu ljósið verður kasta út og aftur, og tí ikki vera heilt so neyvt sum skipanin hevur brúk fyri. Tann bilframleiðarin, ella sjálkoyrandi tøkni-veitarin, ið fyrst kemur á marknaðin við eini skipan, ið letur bilin koyra heilt sjálvur, hevur møguleika fyri stórum peningarligum vinningi. Tað sæðst eisini aftur ið íløgunum hjá nógvum bilframleiðarum, eins og tøknifyritøkur so sum Waymo (Google), Apple og Bosch v.m., sum hava kasta milliardir av krónum í greinsking og uppkeyp av smærri fyritøkum, innan júst hetta øki.

Facebook viðmerkingar