Yvirlit yvir el-bilar

Her sæðst yvirlit yvir fleiri sløg av elbilum á marknaðinum í dag, og hvussu teir samanberast í mun til prís, og hvussu langt teir røkka eftir WLTP-standardinum. Yvirlitið er vegleiðandi.
Allir prísir eru við MVG. Allir el-bilar upp til 350.000,- við MVG, hava rætt til at fáa alt MVG’ið afturgoldið til og við 2020.

Audi etronSí royndarkoyring her

Battarí: 95 kWt
Løðiferð: upp til 150 kW
Røkkur: 417 km sambært WLTP, 360 km reelt
Prísur: frá 795.000,-
Bilasøla: Bilasølan í Hoyvík
Bíðitíð: miðal, skal bíleggjast

Hyundai IONIQSí royndarkoyring her

Hyundai Ioniq
Battarí: 28 kWt
Løðiferð: upp til 70 kW
Røkkur: 280 km sambært NEDC, 180 – 210 km reelt
Prísur: frá 349.750,-
Bilasøla: Nordbil
Bíðitíð: stutt, bilar á lagri

Hyundai Kona 40 kWtSí royndarkoyring her

Hyundai Kona 40 kWt
Battarí: 39.2 kWt
Løðiferð: upp til 50 kW
Røkkur: 289 km sambært WLTP, 225 – 240 km reelt
Prísur: frá 360.750,-
Bilasøla: Nordbil
Bíðitíð: miðal, bilar á lagri

Hyundai Kona 64 kWt

Battarí: 64 kWt
Løðiferð: upp til 80 kW
Røkkur: frá 449 km sambært WLTP, 350 – 370 km reelt
Prísur: frá 400.750,-
Bilasøla: Nordbil
Bíðitíð: miðal, bilar á lagri

Kia e-Niro 40 kWt

Battarí: 39.2 kWt
Løðiferð: upp til 50 kW
Røkkur: 289 km sambært WLTP, uml. 230 km reelt
Prísur: frá 454.000,-
Bilasøla: Berg Motors
Bíðitíð: ókent

Kia e-Niro 64 kWt

Battarí: 64 kWt
Løðiferð: upp til 77 kW
Røkkur: 455 km sambært WLTP, uml. 390 km reelt
Prísur: frá 454.000,-
Bilasøla: Berg Motors
Bíðitíð: ókent

Nissan eNV200 (vøruvogn ella personbil)

Battarí: 40 kWt
Løðiferð: upp til 50 kW
Røkkur: 200 km sambært WLTP, uml. 160 km reelt
Prísur: frá 355.000,-
Bilasøla: Autoservice
Bíðitíð: 3+ mánaðir

Nissan Leaf 40 kWt

Battarí: 40 kWt
Løðiferð: upp til 50 kW
Røkkur: 270 km sambært WLTP, 215 – 230 km reelt
Prísur: frá 322.000,-
Bilasøla: Autoservice
Bíðitíð: stutt, bilar á lagri

Nissan Leaf 62 kWtSí royndarkoyring her

Battarí: 62 kWt
Løðiferð: upp til 100 kW
Røkkur: 385 km sambært WLTP, 315 – 330 km reelt
Prísur: frá 376.000,-
Bilasøla: Autoservice
Bíðitíð: miðal

Renault ZoeSí royndarkoyring her

Battarí: 41 kWt
Løðiferð: 22 kW
Røkkur: 300 km sambært WLTP, uml. 250 km reelt
Prísur: frá 250.000,-
Bilasøla: Waag & Co
Bíðitíð: stutt, bilar á lagri

Tesla Model 3 Long Range AWDSí royndarkoyring her

Battarí: uml. 75 kWt
Løðiferð: upp til 250 kW
Røkkur: 560 km sambært WLTP, uml. 475 km reelt
Prísur: frá 443.000,- DKK (keypt úr Noreg)
Bilasøla: Tesla (inflytast úr Noreg)
Bíðitíð: stutt, bilar á lagri

Tesla Model 3 Standard Range RWD

Battarí: uml. 50 kWt
Løðiferð: upp til 150-200 kW
Røkkur: 415 km sambært WLTP, uml. 335 km reelt
Prísur: frá 363.750,- DKK (keypt úr Noreg)
Bilasøla: Tesla (inflytast úr Noreg)
Bíðitíð: Stutt, bilar á lagri – annars 1 mánið frá bílegging

VW e-Golf

Battarí: 35 kWt
Løðiferð: upp til 50 kW
Røkkur: 231 km sambært WLTP, 165-185 km reelt
Prísur: frá 397.000,-
Bilasøla: Bilasølan í Hoyvík
Bíðitíð: stutt, bilar á lagri

VW e-Up!

Battarí: 16 kWt
Løðiferð: upp til 50 kW
Røkkur: 133 km sambært WLTP, 95 km reelt
Prísur: 262.000,-
Bilasøla: Bilasølan í Hoyvík
Bíðitíð: ókent

Komandi el-bilar

Seinni í ár, og fyrst í 2020, koma væntandi fleiri áhugaverdir el-bilar á marknaðin í Føroyum.

Kia eSoul
Bilurin er í løtuni ikki at fáa, av tí at Kia kemur við einari nýggjari útgávu seinni í ár, væntandi við 64 kWt battarí.

Mercedes EQC
Nýggi el-bilurin frá Mercedes, sum kappast við Audi e-tron og øðrum SUV-bilum, kemur helst seinni í ár.

Peugeot e208
Væl umtøkti hatchback-bilurin Peugeot 208, verður skjótt eisini at fáa sum el-bilur. Kemur helst seinni í ár.

VW ID.3
VW kemur við eini rúgvu av nýggjum el-bilum yvir tey næstu árini, og ID.3 verður tað fyrsta modellið sum eisini kemur til Føroyar. Líkist nakað tí klassiska VW Golf, og tí er tað væl møguligt at e-golf ikki longur verður at fáa, tá ID.3 kemur á marknaðin. Kemur helst fyrst í 2020.